Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
26. mai 2010 Nr. 55
Løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um fyribyrgjandi tiltøk ímóti hvítvaski av vinningi og fígging av yvirgangi
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 56 frá 9. juni 2008 um fyribyrgjandi tiltøk ímóti hvítvaski av vinningi og…
Í løgtingslóg nr. 56 frá 9. juni 2008 um fyribyrgjandi tiltøk ímóti hvítvaski av vinningi og fígging av yvirgangi verða gjørdar hesar broytingar: 1. “Allastaðni í lógini verður ” "lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask af udbytte og finansiering af terrorisme", sum lógin er sett í gildi við kongligari fyriskipan frá 2008” broytt til: ”“lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask af udbytte og finansiering af terrorisme”, sum lógin er sett í gildi við kongligari fyriskipan”. 2. Í § 1, stk. 1, nr. 4 verður eftir “1- 3” sett:”5 og 6”. 3. Í § 1 verður eftir stk. 1 sett sum nýtt stk. “Stk. 2. Ásetingin í § 2 í hesi lóg verður nýtt fyri tey, sum handla við lutum og uppboðssøluhaldarar” Stk. 2 verður síðani stk. 3. 3. Í § 3, stk. 1 verður “§§ 6-30” broytt til: “§§ 3 og 6-30”. 4. Eftir § 5 verður sett inn nýggj grein 5a, sum verður soljóðandi: “§ 5 a. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um, hvat skal skiljast við ”politisk udsatte personer” í § 3, stk. 1, nr. 6 í ”lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask af udbytte og finansiering af terrorisme”, sum lógin er sett í gildi við kongligari fyriskipan, jbr. tilvísing í § 3, stk 1 í hesi lóg.” 5. Í § 16, stk. 2 verður ”á eina meting av vandanum fyri hvítvaski og fígging av yvirgangi” broytt til: ”váðameting”. 6. Í § 16 verður eftir stk. 4 sum nýtt stk. sett: “Stk. 5. Skráseting Føroya kann áleggja virkjum og persónum, sum eru nevnd í stk. 1, innanfyri eina freist, sum skrásetingin hevur ásett, at seta neyðug tiltøk í verk í førum, har brot er framt á hvítvaskløgtingslógina og tær reglur, sum eru ásettar smbrt. lógini "lov for Færøerne om oplysninger, der skal medsendes om betaler ved pengeoverførsler”. Stk. 5 verður síðani stk. 6. 7. Í § 18, stk. 2 verður eftir ”Tryggingareftirlitinum” sett: ”til tess at kunna útinna hetta virksemi”. 8. Í § 18 verða eftir stk. 2 sum nýggj stk. sett: “Stk. 3. Tryggingareftirlitið skal sýta at skráseta teir í stk. 2 nevndu persónar og virkir, um nevndu persónar ella limir í leiðsluni ella veruligu eigarar av virkinum eru dømd fyri revsiverd viðurskifti, og hesi viðurskiftini grunda stóran vanda fyri misnýtslu av starvinum ella arbeiðinum. Revsilógarinnar § 78, stk. 3 verður nýtt samsvarandi. Stk. 4. Tryggingareftirlitið skal strika úr skránni teir í stk. 2 nevndu persónar og virkir, um nevndu persónar ella limir í leiðsluni ella veruligu eigarar av einum skrásettum virki eru dømdir fyri revsiáløgd viðurskifti og hesi viðurskiftini grunda stóran vanda fyri misnýtslu av starvinum ella arbeiðnum. Revsilógarinnar § 78, stk. 3 verður nýtt samsvarandi”. Stk. 3-5 verða síðani stk. 5-7. 9. § 18, stk. 5, sum verður stk. 7, verður orðað soleiðis: ”Stk. 5. Tryggingareftirlitið kann áleggja teimum virkjum og persónum, sum eru nevndir í stk. 1, innanfyri eina freist, sum Tryggingareftirlitið hevur ásett, at seta neyðug tiltøk í verk í førum, har brot er framt á hvítvaskløgtingslógina, tær reglur, sum eru ásttar smbrt. lógini ella "lov for Færøerne om oplysninger, der skal medsendes om betaler ved pengeoverførsler”. 10. § 20, stk 1 verður orðað soleiðis: ”§ 20. Tilætlað brot ella brot av grovum ósketni á § 2, § 9, 2. pkt., § 15, stk. 1, § 16, stk. 3, § 18, stk. 2 og 3 í hesi løgtingslóg; á § 6, stk. 2, § 7, stk. 1, 2. pkt., stk. 3 og stk. 4, 1. pkt., § 11, § 12, stk. 1-6, § 13, stk. 1, 1. og 3. pkt., stk. 2, § 14, § 15, stk. 1, 1. pkt., § 15, stk. 2, § 19, stk. 1, stk. 2, 1. pkt. og stk. 3-5, § 23, stk. 1, 1. pkt., stk. 2 og stk. 3, 1. pkt., § 24, § 25, stk. 1-3, § 27, stk. 1, § 30, 2. pkt. og § 34, stk. 3, í "lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask af udbytte og finansiering af terrorisme", sum lógin er sett í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan, verður revsað við bót. Tilætlað brot, ella brot av grovum ósketni á § 35, stk. 2 í "lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask af udbytte og finansiering af terrorisme", sum lógin er sett í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan, verður revsað við bót uttan so, at harðari revsing er ásett eftir tí fyri Føroyar galdandi revsilóg”. 11. Í § 20, stk. 4 verður “§ 18, stk. 3” broytt til: “§ 18, stk. 5”. 12. Í “§ 20, stk. 5 verður “§ 18, stk. 5” broytt til “§ 18, stk. 7”. 13. Sum skjal til lógina verður sett: Skjal 1 3. Móttøka av innlánum og aðrari ogn, sum skylda er at afturrinda 4. Útlánsvirksemi, heruppií - forbrúkarakredittir - realkreditlán - factoring og diskontering - handilskredittir, heruppií forfaitering 7. Fíggjarlig leasing 8. Útgáva og umsiting av gjaldmiðlum (kreditkort, ferðakekkar, bankaveklsar) 9. Borgan og trygdir 10. Transaksjónir fyri egnu ella kunda rokning viðvíkjandi - peningamarkanaðarinstumentum (kekkar, vekslar, innskotsprógv o.a) - gjaldoyramarknaðinum - fíggjarligum futures og opsjónum - gjaldoyra- og rentuinstumentum - virðisbrøvum 13. Viðvirkan til útgávu av virðisbrøvum (emmissión) og tænastuveitingar í tí sambandinum 14. Ráðgeving til virkir viðvíkjandi kapitalstrukturi, ídnaðarstrategi og tílíkum spurningum og ráðgeving og tænastuveitingar viðvíkjandi samanlegging og keypi av virkjum 15. Peningaformidling (money broking) 16. Porteføljuumsiting og – rágeving 17. Varðveitsla og umsiting av virðisbrøvum 18. Boksútleigan
§ 2 Henda løgtingslógin kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd
Henda løgtingslógin kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd. Tórshavn, 26. mai 2010 Kaj Leo Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 149/2009
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.