Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

11. apríl 2025 Nr. 55

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um íløt til øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir

(Heitið á løgtingslógini verður broytt, avmarkingin til øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir verður strikað, kravið um loyvi til framleiðslu og innflutning verður strikað o.a.)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 73 frá 10. mai 1994 um íløt til øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir, sum…

Í løgtingslóg nr. 73 frá 10. mai 1994 um íløt til øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir, sum broytt við løgtingslóg nr. 88 frá 4. juni 1996 og løgtingslóg nr. 47 frá 15. mai 2007, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Heitið á løgtingslógini verður orðað soleiðis: “Løgtingslóg um íløt til øl, mineralvatn, lidnar leskidrykkir o.a.” 2. § 1 verður orðað soleiðis: “§ 1. Henda løgtingslóg fevnir um íløt úr metalli, plasti og glasi.” 3. § 3 verður strikað og í staðin verður sett: “§ 3. Innflytarar og framleiðarar hava skyldu til at tryggja, at tómu íløtini, fevnd av hesi løgtingslógini, verða avhendað til endurnýtslu ella endurvinning. Stk. 2. Landsstýrisfólkið kann loyva innflytara ella framleiðara at víkja frá kravinum um avhendan til endurvinning ella endurnýtslu, um viðkomandi kann skjalprógva, at tað er ógjørligt ella umhvørvisliga ikki ráðiligt at endurvinna ella endurnýta viðkomandi íløt. Stk. 3. Landsstýrisfólkið hevur eftirlit við, at ásetingarnar í løgtingslógini og reglur, ásettar sambært løgtingslógini, verða hildnar. Stk. 4. Landsstýrisfólkið, ella tann myndugleiki, sum landsstýrisfólkið heimilar, kann frá innflytara, framleiðara ella seljara krevja allar upplýsingar og øll skjøl, ið neyðug eru í sambandi við útinnan av eftirlitinum.” 4. § 6, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Brot á hesa løgtingslóg verða sektað.”

§ 2 Landsstýrisfólkið ásetur í kunngerð, nær henda løgtingslóg kemur í gildi

Landsstýrisfólkið ásetur í kunngerð, nær henda løgtingslóg kemur í gildi. Í Tinganesi, 11. apríl 2025 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 69/2024

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙