Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

4. mai 2021 Nr. 55

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin) og løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum

(Skattligar avleiðingar av negativari rentu o.a.)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 164 frá 21. desember 2001 um skatting av kapitalvinningi, sum seinast broytt…

Í løgtingslóg nr. 164 frá 21. desember 2001 um skatting av kapitalvinningi, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 1, stk. 1, nr. 7 verður orðað soleiðis: “7) Negativar rentur.” 2. Í § 10, stk. 1, 1. pkt. verður aftaná “rentuinntøkur” sett: “, herímillum negativar rentur á øðrum útlánskontum enn teimum, sum eru fevndar av løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum,”. 3. Í § 10, stk. 1, 2. pkt. verður aftaná “rentuinntøkan” sett: “og negativa rentan”.

§ 2 Í løgtingslóg nr. 148 frá 30. desember 1996 um stuðul til rentuútreiðslur av lánum, sum seinast…

Í løgtingslóg nr. 148 frá 30. desember 1996 um stuðul til rentuútreiðslur av lánum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 154 frá 13. desember 2017, verður gjørd henda broyting: Í § 1 verður aftaná stk. 2 sum nýtt stykki sett: “Stk. 3. Rentur av lánum, sum eru nevnd í § 2, verða lækkaðar við negativari rentu á útlánskontu, fevnd av § 2.”

§ 3 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 4. mai 2021 Bárður á Steig Nielsen (sign.) løgmaður Lm. nr. 95/2020

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙