Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

28. apríl 2000 Nr. 54

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kærunevnd í almannamálum

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 47 frá 23. mars 1993 um kærunevnd í almannamálum verða gjørdar hesar broytingar

Í løgtingslóg nr. 47 frá 23. mars 1993 um kærunevnd í almannamálum verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 1, stk. 1, verður orðað soleiðis: “Við heimild í 1) lov for Færøerne om offentlig forsorg, jbr. § 33, stk. 6, 2) lov for Færøerne om dagpenge ved sygdom eller fødsel, jbr. § 31, stk. 3, 3) lov for Færøerne om børneforsorg, jbr. § 7, stk. 5, verður heimild landsstýrismansins sum kærumyndugleiki lagdur til kærunevndina í almannamálum, sum skal viðgera og taka endaliga avgerð í kærumálum sambært teimum í nr. 1-3 nevndu lógum.” 2) § 1, stk. 2, verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Herumframt viðger kærunevndin, sambært ásetingunum í hesi lóg, kærur um avgerðir, sum tiknar eru sambært: 1) løgtingslóg um almannapensjónir o.l., jbr. §§ 39 og 40, 2) løgtingslóg um samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima, jbr. § 2, stk. 2, 3) løgtingslóg um uppihald á stovni o.l., jbr. 11.” 3) Í § 2, stk.1, 1. og 3. pkt., § 2, stk. 3, 2. pkt., § 2, stk. 4, § 7, stk. 4, og § 9, stk. 2, verður ístaðin fyri “Landsstýrið” sett: “Landsstýrismaðurin”. 4) § 6, stk. 1, verður orðað soleiðis: “Landsstýrismaðurin skipar fyri, at nevndin fær neyðuga skrivarahjálp. Skrivarahjálpin skal verða veitt frá einum almennum kærustovni.” 5) § 6, stk. 2, verður strikað og stk. 3 verður hereftir stk. 2.

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin efttir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar…

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin efttir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2000. Stk. 2 Allur tann danski teksturin í lógini verður strikaður. Tórshavn, 28. apríl 2000 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙