Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

22. apríl 2003 Nr. 54

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg um ferðslu, sbr. løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt…

Í løgtingslóg um ferðslu, sbr. løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 43 frá 26. mars 2002, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 18, stk. 4, verður orðað soleiðis: “Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann seta eykatreytir og herða treytirnar í stk. 2 fyri at fáa koyrikort til: 1) motorakfar, ið verður nýtt til vinnuligan fólkaflutning, 2) ávísar motorsúkklur, 3) motorakfar, hvørs heildarvekt er yvir 3.500 kg, 4) viðfestivogn til akfør, nevnd í nr. 3.” 2) Í § 18 c, stk. 3, 5. pkt. og í § 18c, stk. 4, 3. pkt. verður “koyriroynd” broytt til “koyriroynd, ið inniheldur ferðsluástøði”. 3) Í § 18 c, stk. 5 verður sett sum 2. pkt.: “Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at dømingin av eftiransandi koyriroynd sbr. stk. 4 verður herd, um tilburðurin, sum elvdi til treytaðu frádømingina, fór fram 2 ár ella styttri eftir, at persónurin fekk útgivið koyrikort á fyrsta sinni.” 4) § 58 e, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Avgerð at áleggja gjald ber ikki til at kæra til hægri fyrisitingarligan myndugleika og kemur ikki undir § 18 í fyrisitingarlógini. Gjaldið fer í landskassan ella, eftir samráðing við viðkomandi bý- ella bygdarráð, í kommunukassan.” 5) § 59 a, stk. 1, nr. 4 verður orðað soleiðis: “4) hann við einum av teim í § 30 b nevndu akførum hevur koyrt við ferð, ið fer meira enn 20 km/t upp um ta loyvdu ferðina fyri tílík akfør sbr. §§ 30 a, 30 b ella 47.” 6) Í § 64 k, stk. 1 verður sett sum nýtt nr. 9: “9. Fyri at endurnýggja koyrikort, ið er tíðaravmarkað vegna vantandi skeið í myrkakoyring, verður onki goldið.” Nr. 9 og 10 verða hereftir nr. 10 og 11.

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2003

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2003. Tórshavn, 22. apríl 2003 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður Lm. nr. 99/2002

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙