Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

20. mai 1996 Nr. 54

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um hvalaveiðu

Samsvarandi samtykt Føroya Løgtíngs staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 57 frá 5. juni 1984 um hvalaveiðu við seinni broytingum verður gjørd henda…

Í løgtingslóg nr. 57 frá 5. juni 1984 um hvalaveiðu við seinni broytingum verður gjørd henda broyting: Í § 4 verða sum stk. 3 og stk. 4 sett: “Stk. 3. Friðaður hvalur, sum ger landgongd ella kemur í líknandi støðu og má avlívast smb. lóg um vernd av dýrum, er ogn hjá landinum. Landsstýrinum er heimilað at gera reglur ella taka avgerð um, hvussu slíkur hvalur skal skiftast. Stk. 4. Hvalur, sum ger landgongd ella kemur í líknandi støðu, og sum verður funnin deyður ella sjálvdoyr, er ogn hjá landinum.”

§ 2 Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 20. mai 1996. Edmund Joensen (sign.) løgmaður / Ivan Johannesen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙