Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
15. mai 2014 Nr. 54
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um gymnasialar miðnámsútbúgvingar
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 62 frá 15. mai 2012 um gymnasialar miðnámsútbúgvingar verða gjørdar hesar…
Í løgtingslóg nr. 62 frá 15. mai 2012 um gymnasialar miðnámsútbúgvingar verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 2, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Leiðari útbúgvingarstovnsins kann við góðkenning landsstýrismansins stovna og bjóða út aðrar breytir og serliga skipað skúlatilboð til næmingar við serligum tørvi.” 2. § 2, stk. 5 verður orðað soleiðis: “Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um treytir og mannagongdir í sambandi við góðkenning og skipan av útbúgvingarbreytum, serliga skipaðum skúlatilboðum sbrt. stk. 3 og í sambandi við avtøku av útbúgvingarbreytum og serliga skipaðum skúlatilboðum sbrt. stk. 2 og 3.” 3. § 18, stk. 1 verður sum 3. pkt. sett: “Í ítrótti og heilsu verður tó eingin próvtøka hildin.” 4. § 18, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Gymnasiala fyrireikingarbreytin endar við próvtøku í øllum lærugreinum, tó ikki í lærugreinini ítróttur og heilsa.” 5. § 38, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Landskassin fíggjar gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar og serliga skipað skúlatilboð sbrt. § 2, stk. 3.” 6. Í § 41 verður sum stk. 3 sett: “Reglurnar í §§ 13 og 27–30 í hesi lóg eru eisini galdandi fyri tey, sum byrjaðu útbúgvingina fyri 1. august 2013.”
§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Tó hava § 1, nr. 3 og 4 virknað frá 1. august 2013. Tórshavn, 15. mai 2014 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 122/2013
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.