Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
14. mai 2013 Nr. 54
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkrahúsverkið
(Ásetingar um fylgjarar)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 64 frá 17. mai 2005 um sjúkrahúsverkið, sum broytt við løgtingslóg nr. 141 frá…
Í løgtingslóg nr. 64 frá 17. mai 2005 um sjúkrahúsverkið, sum broytt við løgtingslóg nr. 141 frá 11. oktober 2011, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 9 verður orðað soleiðis: “§ 9. Sjúkrahúsverkið kann bera ferða- og uppihaldsútreiðslur fyri ein fylgjara hjá sjúklingi, ið verður sendur til viðgerðar uttanlands, um sjúklingurin hevur lívshóttandi sjúku, ella um sjúklingurin vegna likamligt, sálarligt ella sosialt ófullføri, ikki er førur fyri at ferðast ella uppihalda sær einsamallur uttanlands. Stk. 2. Er sjúklingurin yngri enn 18 ár, kann sjúkrahúsverkið bera ferða- og uppihaldsútreiðslur fyri ein fylgjara, uttan mun til um treytirnar í stk. 1 eru uppfyltar. Í serligum førum kann sjúkrahúsverkið ávísa tveimum fylgjarum við sjúklingi undir 18 ár. Stk. 3. Um ein sjúklingur, sum hevur fingið ávíst fylgjara sambært stk. 1 ella stk. 2, liggur sjúkur uttanlands í longri tíðarskeið, kann sjúkrahúsverkið bera útreiðslurnar av, at fylgjarar við jøvnum millumbilum kunnu skiftast um at fara uttanlands at vera um sjúklingin. Stk. 4. Ferðast eigur at verða á tann eftir umstøðunum bíligasta og ráðiligasta hátt. Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur viðvíkjandi ávísing av fylgjarum, herundir nærri treytir fyri at fáa fylgjara við, reglur um umsiting og gjald fyri ávísar ferða- og uppihaldsútreiðslur uttanlands.” 2. § 10, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Visitasjónsnevndin ger leiðreglur viðvíkjandi visitasjón av sjúklingum til viðgerðar uttanlands.”
§ 2 Hendan løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Hendan løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 14. mai 2013 Annika Olsen (sign.) varaløgmaður Lm. nr. 100/2012
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.