Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
12. mai 2015 Nr. 54
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu (Ferðslulógin)
(Ábyrgdargrundarlag og gjøld)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988 um ferðslu, sum seinast broytt við løgtingslóg…
Í løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988 um ferðslu, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 72 frá 19. mai 2014, verða gjørdar hesar broytingar. 1. Í § 29, stk. 2, 1. pkt. verður “Prutl” broytt til: “Lítið prutl”. 2. Í § 29, stk. 2, 3. pkt og § 29, stk. 3 verður “prutl” broytt til: “lítið prutl”. 3. Í § 31 a, stk. 1, 3. pkt. og § 31 c, stk. 2 verður “prutl” broytt til: “lítil prutl”. 4. Kapittul 6 verður orðað soleiðis: “VI Endurgjald og trygging Ábyrgdargrundarlagið o.a.
§ 54 Tann, sum hevur ábyrgd av einum motordrivnum akfari, skal endurgjalda skaðar, sum akfarið voldir…
Tann, sum hevur ábyrgd av einum motordrivnum akfari, skal endurgjalda skaðar, sum akfarið voldir við ferðsluóhappi ella spreinging ella eldi, sum stavar frá brennievnisskipanini í akfarinum. Stk. 2. Endurgjaldið fyri skaða á persón ella mistan uppihaldara kann lækka ella fella burtur, um hin skaddi ella hin deyði tilætlað hevur virkað við til skaðan. Endurgjaldið kann harafturat lækka og í serligum føri fella burtur, um hin skaddi ella hin deyði av grovum ósketni hevur virkað við til skaðan. Stk. 3. Endurgjaldið fyri skaða á lutir kann lækka ella fella burtur, um hin skaddi tilætlað ella av ósketni hevur virkað við til skaðan.
§ 54 a Um so er, at motordrivið akfar voldir skaða á annan hátt, enn nevnt í § 54, stk. 1, skal tann, ið…
Um so er, at motordrivið akfar voldir skaða á annan hátt, enn nevnt í § 54, stk. 1, skal tann, ið hevur ábyrgd fyri akfarinum, rinda endurgjald eftir vanligu reglunum í lóggávuni.
§ 54 b Skaði á persón ella missur av uppihaldara, sum er orsakað av samanbresti millum motordrivin…
Skaði á persón ella missur av uppihaldara, sum er orsakað av samanbresti millum motordrivin akfør, verður endurgoldin eftir reglunum í § 54, stk. 1 og 2. Stk. 2. Um skaði hendir á lutir, orsakað av samanbresti millum motordrivin akfør, verður tað, grundað á veruligu umstøðurnar í málinum, avgjørt, um endurgjald eigur at verða givið, og við hvussu stórari upphædd.
§ 54 c Endurgjaldsábyrgdin eftir §§ 54-54 b, áliggur eigaranum ella brúkaranum, sum nýtir akfarið ella…
Endurgjaldsábyrgdin eftir §§ 54-54 b, áliggur eigaranum ella brúkaranum, sum nýtir akfarið ella letur tað nýta. Stk. 2. Førarin kemur undir endurgjaldskyldu eftir vanligu reglunum í lóggávuni. Tryggingarskylda
§ 55 Endurgjaldskrøv fyri skaðar, ið motordrivin akfør hava verið orsøk til, skulu vera fevnd av eini…
Endurgjaldskrøv fyri skaðar, ið motordrivin akfør hava verið orsøk til, skulu vera fevnd av eini trygging í einum ábyrgdartryggingarfelag, ið hevur loyvi frá Tryggingareftirlitinum at reka tryggingarvirksemi. Eitt útlendskt tryggingarfelag, sum hevur loyvi í einum ES-landi ella í einum landi, sum samveldið hevur gjørt sáttmála við á fíggjarøkinum, og sum í Føroyum er fráboðað at tekna ábyrgdartrygging fyri motorrikin akfør, kann somuleiðis tekna ábyrgdartrygging fyri motorrikin akfør í Føroyum. Stk. 2. Øll tryggingarfeløg, ið tekna ábyrgdartryggingar fyri motordrivin akfør her á landi, skulu vera atknýttir limir í felagsskapi, sum er limur í felagsskapi fyri altjóða akfarstrygging í sambandi við altjóða tryggingarskipanina við tilhoyrandi altjóða avtalum – kallað grønt kort-skipanin.” Stk. 3. Øll tryggingarfeløg, ið ynskja at tekna ábyrgdartryggingar fyri skrásetingarskyldug motordrivin akfør her á landi, skulu harumframt boða Akstovuni frá hesum. Stk. 4. Tryggingin skal endurgjalda fyri persónskaða ella miss av uppihaldara upp til 114 mió. kr. og skaða á lutir upp til 23 mió. kr. fyri skaða av hvørjum einstøkum skaðatilburði. Stk. 5. Tær í stk. 4 nevndu upphæddir verða javnaðar hvønn 1. januar við 2%. Tær upphæddir, sum árliga koma fram, verða órundaðar nýttar sum grundarlag fyri javning av upphæddini næsta ár. Árligu upphæddirnar verða rundaðar við eini krónuupphædd, sum kann býtast næst við 1 mió. kr. Landsstýrismaðurin kunnger árliga, hvørjar javningar skulu verða framdar. Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, í hvønn mun tryggingin skal bøta skaðar, ið framdir eru uttanlands.
§ 55 a Fyri motordrivin akfør, ið skulu skrásetast ella góðkennast, áliggur tryggingarskyldan eigaranum…
Fyri motordrivin akfør, ið skulu skrásetast ella góðkennast, áliggur tryggingarskyldan eigaranum ella tí persóni, brúkaranum, sum hevur varandi ræði á akfarinum. Stk. 2. Fyri onnur motordrivin akfør áliggur tryggingarskyldan tí, ið nýtir akfarið ella letur tað nýta á vegi.
§ 55 b Landsstýrismaðurin ásetir treytir um hvussu tryggingarskyldan skal fremjast. Landsstýrismaðurin…
Landsstýrismaðurin ásetir treytir um hvussu tryggingarskyldan skal fremjast. Landsstýrismaðurin ásetir samstundis reglur um skyldur hjá tryggingarfeløgum at luttaka í sínámillum skipan um ábyrging í førum, har ábyrgdartryggingarfelag ikki lýkur sína falnu endurgjaldskyldu í samsvari við tær lógaráløgdu ábyrgdartryggingar, sum felagið hevur sett seg fyri. Eisini ásetir hann reglur um skylduna hjá tryggingarfeløgum at veita váttanir fyri endurgjaldskrøvum, ið viðvíkja einum tryggjaðum akfari, ella váttan um, at slík krøv ikki eru sett fram. Stk. 2. Tryggingargjøld fyri tryggingina kunnu heintast inn við panting. Er trygging teknað fyri eina størri upphædd, enn eftir § 55, stk. 4, er reglan um innheinting við panti galdandi fyri alt tryggingargjaldið. Ábyrging og aftursókn hjá tryggingarfelagi
§ 55 c Tryggingarfelagið ábyrgist beinleiðis tí skadda fyri endurgjald eftir § 55, stk. 1
Tryggingarfelagið ábyrgist beinleiðis tí skadda fyri endurgjald eftir § 55, stk. 1. Stk. 2. Ein semja millum tryggingarfelagið og tryggingartakara um, at felagið skal hava aftursókn móti tí, ið eftir § 54 c hevur ábyrgdina av skaðanum, tá tryggingartilburðurin er elvdur av ósketni av tí, sum hevur ábyrgdina, hevur bert rættarvirknað, um tryggingartilburðurin er elvdur við ósketni, ið kann eyðmerkjast sum stórt fyrilitsloysi. Sjálvtryggjað akfør
§ 55 d Motordrivin akfør, ið eru ogn hjá ríkismyndugleikum, eru undantikin tryggingarskyldu sbrt. § 55
Motordrivin akfør, ið eru ogn hjá ríkismyndugleikum, eru undantikin tryggingarskyldu sbrt. § 55. Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta samsvarandi reglur viðvíkjandi motordrivnum akførum, ið hoyra til fremmand lond ella altjóða felagsskapir. Stk. 3. Er eitt akfar ikki tryggja eftir stk. 1 og 2, ábyrgist tann, ið eigur akfarið, fyri endurgjald í sama mun sum eitt tryggingarfelag, ið hevur sett seg fyri ábyrgdartrygging eftir § 55. Málsviðgerð
§ 56 Verður sakarmál lagt móti tryggingarfelag av einum, sum komin er fyri skaða, skal felagið geva…
Verður sakarmál lagt móti tryggingarfelag av einum, sum komin er fyri skaða, skal felagið geva øllum, sum ábyrgd hava eftir § 54 c, boð um hvønn rættarfund við freist eftir § 175 í rættargangslógini, sum galdandi er fyri vitnir í borgarligum málum. Komuboðini skulu siga frá reglunum í stk. 2. Stk. 2. Tann, sum fær komuboð eftir stk. 1, kann gerast partur í málinum við at siga frá til rættarbókina. Ger hann ikki tað, er avgerðin í endurgjaldspurninginum við dómi ella semju bindandi fyri hann.
§ 56 a Um so er, at ákærumál verður tikið upp fyri skaðavoldandi lógarbrot, sum eftir ásetingunum í…
Um so er, at ákærumál verður tikið upp fyri skaðavoldandi lógarbrot, sum eftir ásetingunum í hesum kapitli kann hava við sær endurgjaldsábyrgd, skal tað gevast tí ella teimum, sum vóru fyri skaða, høvi at krevja endurgjald. Um so er, at semja ikki fæst í lag um endurgjald, skal úrskurður gerast um endurgjaldskravið undir sakini, hóast ákærdi ikki kemur undir revsing. Stk. 2. Í serstøkum førum, tá ið endurgjaldskravið viðvíkur skaða á lutir, og endurgjaldskravið er torgreitt, kann rætturin sýta at taka upp kravið undir revismálinum, eftir at semingsroynd er dottin niðurfyri.
§ 56 b Dómur um endurgjaldspurningin kann gerast undan ella eftir avgerð í spurninginum um revsing
Dómur um endurgjaldspurningin kann gerast undan ella eftir avgerð í spurninginum um revsing. Stk. 2. Tryggingarfelagið, sum tikið hevur við ábyrgdartrygging fyri motorakfarið, ið ákærdi nýtti, ella tann, ið eftir § 55 d, stk. 3, ábyrgist fyri skaðan, ið hendur er, verður, hvat endurgjaldspurninginum viðvíkur, roknaður sum partur í málinum og skal hava komuboð til hvønn rættarfund við freist eftir § 175 í rættargangslógini, sum er galdandi fyri vitnir í revsimálum. Stk. 3. Koma eftir § 54 c onnur enn ákærdi undir endurgjaldsábyrgd, skulu eisini hesi hava tilsøgn um hvønn rættarfund við tí í stk. 2 nevndu freist. Reglurnar í § 56, stk. 1, 2. pkt. og stk. 2 verða nýttar samsvarandi. Stk. 4. Tá ið endurgjaldspurningurin kemur til avgerðar í málinum, kann rætturin eftir reglunum í kapitli 30 í rættargangslógini, áleggja sakarkostnað.
§ 56 c Hevur endurgjaldspurningurin fingið avgerð í revsimáli, sum verður skotið inn fyri hægri rætt,…
Hevur endurgjaldspurningurin fingið avgerð í revsimáli, sum verður skotið inn fyri hægri rætt, skal ein og hvør, ið hevur verið partur í endurgjaldspurninginum í málinum, eisini roknast sum partur í málinum, um so er, at endurgjaldspurningurin verður skotin inn fyri hægri rætt. Stk. 2. Ein og hvør, sum partur hevur verið í endurgjaldspurninginum, eigur høvi eftir regluni í § 996 í rættargangslógini at skjóta inn mál eftir mannagongdini í borgarligum rættargangi. Stk. 3. Í spurningi at skjóta inn mál er dómur, sum sagdur er í revsi- ella endurgjaldspurninginum at skilja sum sjálvstøðugur dómur. Stk. 4. Rættargangslógin § 995, stk. 4 kemur ikki í nýtslu í málum, ið nevnd eru í § 56 a.
§ 56 d Er spurningurin um revsing fyri eitt skaðavoldandi lógarbrot, ið kann føra við sær…
Er spurningurin um revsing fyri eitt skaðavoldandi lógarbrot, ið kann føra við sær endurgjaldsábyrgd samsvarandi ásetingunum í hesum kapitli, avgjørt við fráboðan uttan rættarsókn, skal løgreglan eftir umbøn frá tí, sum fyri skaða hevur verið, leggja málið fyri rættin, har ákæra annars hevði verið sett fram. Endurgjaldspurningurin verður eftir hetta viðgjørdur sum um, at ákæra í málinum varð sett fram. § 56 a, stk. 2, § 56 b, stk. 2-4 og § 56 c, stk. 2 og 4 verða nýttar samsvarandi. Løgreglan skal upplýsa tey, sum fyri skaða hava verið, um teirra rætt at krevja endurgjaldspurningin lagdan fyri rættin. Ábyrgd eftir lóg um flutningssáttmálar í sambandi við altjóða flutning eftir vegi
§ 57 Ásetingarnar í hesum kapitli verða ikki nýttar í sambandi við ábyrgdina hjá flutningsførara, um…
Ásetingarnar í hesum kapitli verða ikki nýttar í sambandi við ábyrgdina hjá flutningsførara, um henda er fevnd av lóg um flutningssáttmálar í sambandi við altjóða flutning eftir vegi.” 5. § 64 k verður orðað soleiðis: “§ 64 k. Í hesum førum verður goldið soleiðis: 1) Fyri útgávu av koyrikorti til hesar koyrikortbólkar verður goldið 250 kr.: a) Bólkur A1 – lítil motorsúkkla, bólkur A2 – miðalstór motorsúkkla og bólkur A – stór motorsúkkla, b) bólkur AM – lítið og stórt prutl til persónar, sum hava fylt 18 ár, c) bólkur B – vanligur persónbilur, d) bólkur C – stórur lastbilur og bólkur C1 – lítil lastbilur, e) bólkur D – stórur bussur og bólkur D1 – lítil bussur, f) bólkur B+E – stórt viðfestiakfar til vanligan bil, bólkur C+E – stórt viðfestiakfar til stóran lastbil, bólkur C1+E – stórt viðfestiakfar til lítlan lastbil, bólkur D+E stórt viðfestiakfar til stóran buss og bólkur D1+E – stórt viðfestiakfar til lítlan buss, og g) bólkur T/M – traktorur og motoramboð. 2) Fyri útgávu av koyrikorti til lítið og stórt prutl, bólkur AM, fyri persónar undir 18 ár: 150 kr. 3) Fyri útgávu av endurriti og endurnýggjan av koyrikorti: kr. 250. 4) Fyri útgávu og endurnýggjan av koyrikorti við koyrilæraragóðkenning: kr. 250. 5) Fyri útgávu og endurnýggjan av koyrikorti til vinnuligan fólkaflutning til bólkarnar B og D: kr. 250. 6) fyri útgávu av fyribils bráðfeingiskoyrikorti til koyring í útlandinum: kr. 250. 7) Fyri endurnýggjan av koyrikorti hjá umsøkjarum, sum hava fylt 70 ár: kr. 150. 8) Fyri endurnýggjan av koyrikorti, ið er tíðaravmarkað vegna heilsulig viðurskifti: kr. 150. 9) Fyri at endurnýggja koyrikort, ið er tíðaravmarkað vegna vantandi skeið í myrkakoyring, verður onki goldið. 10) Fyri altjóða koyrikort: kr. 150. 11) Fyri ferðafólkakoyrikort: 250. Stk. 2. Verða fleiri enn ein koyrikortbólkur útgivnir ella endurnýggjaðir samstundis sbrt. stk. 1, verður bert eitt gjald goldið.”
§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2015 og hevur virknað fyri skaðar, sum henda,…
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2015 og hevur virknað fyri skaðar, sum henda, eftir at lógin kom í gildi. Stk. 2. Tó kemur § 1, nr. 5 í gildi 1. august 2015. Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð, nær § 1, nr. 1-3 koma í gildi.
§ 3 Stk. 1. Ábyrgdartryggingar, ið eru teknaðar, áðrenn lógin kom í gildi, og sum ikki lúka…
Stk. 1. Ábyrgdartryggingar, ið eru teknaðar, áðrenn lógin kom í gildi, og sum ikki lúka treytirnar í § 55, verða broyttar samsvarandi ásetingunum í hesari lóg. Eldri tryggingarskjøl tørva ikki átekning hesum viðvíkjandi. Stk. 2. Tryggingarfeløg, ið hava teknað ábyrgdartryggingar fyri motordrivin akfør, kunnu hækka tryggingargjaldið uttan at taka hædd fyri tí í tryggingaravtaluni ásettu fráboðan, tá hetta bert er við støði í broyttu treytunum av tí, sum er fevnt av tryggingini, sum er ein avleiðing av reglunum í hesi lóg um endurgjald og trygging fyri skaðar, framdir av motordrivnum akførum. Í Tinganesi, 12. mai 2015 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 78/2014
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.