Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

7. mai 2019 Nr. 54

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tollsatsir (Toll- og vøruskráin) og løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin)

(Ljóðbøkur gerast MVG-fríar)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 143 frá 18. desember 2015 um tollsatsir (Toll- og vøruskráin), sum broytt við…

Í løgtingslóg nr. 143 frá 18. desember 2015 um tollsatsir (Toll- og vøruskráin), sum broytt við løgtingslóg nr. 33. frá 15. apríl 2016, løgtingslóg nr. 41 frá 10. apríl 2017 og løgtingslóg nr. 18 frá 15. mars 2018, verður gjørd henda broyting: Skjal 1 til løgtingslóg nr. 143 frá 18. desember 2015 um tollsatsir (Toll- og vøruskráin) verður broytt, sum ásett í skjali 1 til hesa løgtingslóg.

§ 2 Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin), sum…

Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 190 frá 21. desember 2018, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 12, stk. 1 verða sum litra s og t sett: “s) Sølu av bókum, ið hoyra undir vørunummur 49011000, 49019100, 49019900 og 49040000 í toll- og vøruskránni. t) Sølu av ljóðbókum, ið hoyra undir vørunummar 85234919 í toll- og vøruskránni.” 2. § 12, stk. 6 verður strikað.

§ 3 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 7. mai 2019 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 151/2018 Skjal 1 Í Toll- og vøruskránni verða hesi vørunummur sett inn: Vørunummar Tollsatsur (%) Tekstur 85234915 0 Lydbøger

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙