Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

Nr. 54 6. mai 2016

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at stovna partafelag og at byggja og reka undirsjóvartunlar millum Streymoy og Eysturoy og millum Streymoy og Sandoy

(Trygd fyri minstu ferðslu og transport)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 30 frá 14. apríl 2014 um at stovna partafelag og at byggja og reka…

Í løgtingslóg nr. 30 frá 14. apríl 2014 um at stovna partafelag og at byggja og reka undirsjóvartunlar millum Streymoy og Eysturoy og millum Streymoy og Sandoy verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 5, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk 3. Felagnum er heimilað at tiltransportera játtan og trygd fyri minstu ferðslu sbrt. stk. 4, sum felagið hevur fingið frá landsstýrismanninum, og tilsøgn landsstýrismansins um komandi játtan til ognar og trygdar í sambandi við fígging felagsins av verkætlanunum.” 2. § 5, stk. 4 verður orðað soleiðis: “Stk. 4. Heimilað verður landsstýrismanninum at hækka partapeningin í felagnum ella at veita felagnum trygd fyri minstu ferðslu í Eysturoyartunlinum og Sandoyartunlinum til fígging av báðum nevndu tunlum.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 6. mai 2016 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 111/2015

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙