Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
1. juni 2026 Nr. 54
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd (Barnaverndarlógin)
(Samsýning til fosturforeldur)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd (Barnaverndarlógin), sum seinast broytt við…
Í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd (Barnaverndarlógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 46 frá 27. mars 2025, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 29, stk. 4 og 5 verða strikað. 2. Aftan á § 29, men áðrenn yvirskriftina yvir § 30, verður sett: “§ 29 a. Samsýningin sbrt. § 29, stk. 2 er 137,02 kr. um samdøgrið fyri hvørt fosturbarn.
§ 29 b Eitt fast gjald um samdøgrið verður rindað til vistarhald og klæði til barnið sbrt. § 29, stk. 3.…
Eitt fast gjald um samdøgrið verður rindað til vistarhald og klæði til barnið sbrt. § 29, stk. 3. Tá upp til 2 børn eru í somu fosturfamilju, er gjaldið fyri hvørt barnið ávikavist 224,76 kr. til børn undir 10 ár, og 236,59 kr. til børn 10 ár og eldri. Tá fleiri enn 2 børn eru í somu fosturfamilju, er gjaldið 209,55 kr. fyri hvørt barnið.
§ 29 c Eitt fast gjald verður um vikuna rindað til lummapening til barnið sbrt. § 29, stk. 3. Tá barnið er
Eitt fast gjald verður um vikuna rindað til lummapening til barnið sbrt. § 29, stk. 3. Tá barnið er: 1) 3-6 ár er gjaldið 45,65 kr. 2) 7-10 ár er gjaldið 97,01 kr. 3) 11-13 ár er gjaldið 125,54 kr. 4) 14-15 ár er gjaldið 199,72 kr. 5) 16 ár og eldri er gjaldið 313,84 kr.
§ 29 d Útreiðslur til stovnan og útbúnað í sambandi við fosturuppihald kunnu rindast fosturforeldrum…
Útreiðslur til stovnan og útbúnað í sambandi við fosturuppihald kunnu rindast fosturforeldrum sbrt. § 29, stk. 3, tá ið barnið verður latið teimum, við upp til 9.476,89 kr.
§ 29 e Um barn verður sent til fosturforeldur í Danmark, eru donsku upphæddirnar fyri samsýning,…
Um barn verður sent til fosturforeldur í Danmark, eru donsku upphæddirnar fyri samsýning, lummapening, stovnan og útbúnað galdandi.
§ 29 f Afturat samsýningini í § 29 a verður lagt gjald til arbeiðsloysisskipanina, gjald til…
Afturat samsýningini í § 29 a verður lagt gjald til arbeiðsloysisskipanina, gjald til barsilsgrunnin, gjald til arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin og bundna eftirlønargjaldið sbrt. § 2 í løgtingslóg um eftirløn.
§ 29 g Um talan er um eitt barn við sera stórum avbjóðingum, kunnu fosturforeldrini samsýnast við upp…
Um talan er um eitt barn við sera stórum avbjóðingum, kunnu fosturforeldrini samsýnast við upp til tríggjar ferðir samsýningini sbrt. § 29 a, umframt eina ferð føstu gjøldini í §§ 29 b og 29 c. Stk. 2. Um talan er um eitt barn við óvanliga stórum avbjóðingum, sum tí krevur heilt serliga røkt frá fosturforeldrunum, kunnu fosturforeldrini samsýnast við upp til sjey ferðir samsýningini sbrt. § 29 a, umframt eina ferð føstu gjøldini í §§ 29 b og 29 c.
§ 29 h Um talan er um eitt pinkubarn undir eitt ár, kunnu fosturforeldrini samsýnast við upp til sjey…
Um talan er um eitt pinkubarn undir eitt ár, kunnu fosturforeldrini samsýnast við upp til sjey ferðir samsýningini sbrt. § 29 a, umframt eina ferð føstu gjøldini í §§ 29 b og 29 c.
§ 29 i Samsýning sbrt. §§ 29 g og 29 h kann bert veitast í 3 mánaðir í senn. Eftir hetta tíðarskeið skal…
Samsýning sbrt. §§ 29 g og 29 h kann bert veitast í 3 mánaðir í senn. Eftir hetta tíðarskeið skal metast, um tiltakið virkar eftir ætlan, og um ráðiligt er at halda áfram við tiltakinum.
§ 29 j Samsýningar og veitingar sbrt. §§ 29 a, 29 b, 29 c og 29 d verða árliga javnaðar sbrt.…
Samsýningar og veitingar sbrt. §§ 29 a, 29 b, 29 c og 29 d verða árliga javnaðar sbrt. løgtingslóg um javningarprosent til almannaveitingar.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 1. juni 2026 Beinir Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 98/2025
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.