Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
30. apríl 2018 Nr. 53
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um keyp og sølu av fastogn o.a.
(Undantak frá kravinum um ástøðiligt innlit í og praktiska vitan um ognarmiðlan)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 136 frá 6. oktober 2011 um keyp og sølu av fastogn o.a. verður gjørd henda…
Í løgtingslóg nr. 136 frá 6. oktober 2011 um keyp og sølu av fastogn o.a. verður gjørd henda broyting: 1. § 35 verður orðað soleiðis: “§ 35. Teir persónar, sum reka ognarmiðlanar- og meklaravirksemi, tá henda løgtingslóg kemur í gildi, hava framvegis rætt til at reka hetta virksemi, hóast teir ikki lúka treytirnar í § 25, stk. 2, nr. 6 og 7, um Skráseting Føroya, eftir eini ítøkiligari meting sbrt. stk. 2, metir, at teir hava nóg mikið av ástøðiligum innliti í og praktiska vitan um ognarmiðlan. Stk. 2. Tá ið Skráseting Føroya ger ta í stk. 1 nevndu meting, kann dentur m.a. leggjast á ástøðiligar og praktiskar førleikar, fingnir í verandi starvi ella øðrum starvi, viðkomandi útbúgvingar ella skeið o.tíl. Stk. 3. Verður mett, at teir í stk. 1 nevndu persónar hava nóg mikið av ástøðiligum innliti í og praktiskari vitan um ognarmiðlan og annars lúka tær treytir, sum eru ásettar í § 25, stk. 2, nr. 1-5 og nr. 8-10, kunnu hesir verða skrásettir í ognarmeklaraskránni, sbr. § 25, stk. 1. Stk. 4. Aðrir enn teir í stk. 1 nevndu persónar, sum fara undir at reka ognarmiðlanarvirksemi og meklaravirksemi, skulu lúka treytirnar í § 25, stk. 2, nr. 6 og 7.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 30. apríl 2018 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 93/2017
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.