Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
14. mai 2013 Nr. 53
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
(Mótrokning avtikin millum fólkapensjónistar, giftir við ikki pensjónisti)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a., sum seinast broytt við…
Í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 142 frá 6. oktober 2011 og við løgtingslóg nr. 159 frá 16. desember 2011, verður § 19, stk. 1 orðað soleiðis: “Viðbótin til fólkapensjón verður lækkað við 60% av inntøkugrundarlagnum sambært § 20. Viðbótin til giftan fólkapensjónist verður, tá bæði fáa fólkapensjón, lækkað við grundarlagi í helvtini av samlaðu inntøkuni hjá báðum hjúnafeløgunum tilsamans.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá…
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá útgjaldingini av fólkapensjónini fyri juli mánað 2013. Tórshavn, 14. mai 2013 Annika Olsen (sign.) varaløgmaður Lm. nr. 66/2012
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.