Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
4. mai 2017 Nr. 53
Løgtingslóg um broyting í lovbekendtgørelse om offentlig forsorg (Forsorgarlógin)
(Stuðul til meirútreiðslur til umhvørvisgjald o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í lovbekendtgørelse nr. 100 frá 2. mars 1988 om offentlig forsorg, sum seinast broytt við…
Í lovbekendtgørelse nr. 100 frá 2. mars 1988 om offentlig forsorg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 105 frá 3. november 2016, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 18 c, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Persónar, eldri enn 18 ár, sum hava rætt til hoyritólsviðgerð, sbrt. §§ 18 b og 18 c, stk. 3, rinda 2.000 kr. fyri hvørt hoyritól frá tí almenna.” 2. Í § 18 c, stk. 2 verður “krónur” broytt til: “kr.” 3. Í § 18 c, stk. 3 verður tvær staðni “eftir” broytt til: “sbrt.” 4. § 18 d, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Stuðul verður veittur til meirútreiðslur til vektgjald á bilum, skrásettir áðrenn 1. januar 2017, við eginvekt omanfyri 1300 kg. Hetta er eisini galdandi, verður bilur sbrt. 1. pkt. endurskrásettur eftir 1. januar 2017.” 5. Í § 18 d verður aftan á stk. 3 sum nýtt stk. sett: “Stk. 4. Stuðul verður veittur til meirútreiðslur til umhvørvisgjald á bilum við CO2 útláti omanfyri 120 gramm pr. kilometur. Stuðul verður bert veittur til bil við eginvekt omanfyri 1300 kg.” Stk. 4 verður eftir hetta stk. 5. 6. Í § 18 d, stk. 4, sum verður stk. 5, verður nr. 7 orðað soleiðis: “7) treytir fyri at játta stuðul til vektgjald ella umhvørvisgjald eftir stk. 3 og 4,” 7. Í § 18 d, stk. 4, sum verður stk. 5, verður nr. 8 orðað soleiðis: “8) árliga prístalsjavning av upphæddini í § 18 d, stk. 1, og” 8. Í § 18 d, stk. 4, sum verður stk. 5, verður sum nr. 9 sett: “9) árliga javning av markinum av útláti í § 18 d, stk. 4.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar…
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2017. Í Tinganesi, 4. mai 2017 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 88/2016
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.