Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
26. mai 2010 Nr. 52
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kolvetnisvirksemi
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 31 frá 16. mars 1998 um kolvetnisvirksemi verða hesar broytingar gjørdar
Í løgtingslóg nr. 31 frá 16. mars 1998 um kolvetnisvirksemi verða hesar broytingar gjørdar: 1) Í § 7 verða sum nýggj stk. 3–4 sett: “Stk. 3. Um umsókn er komin um at veita loyvi til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum, sbr. § 6, stk. 1, uttan at alment er lýst eftir umsóknum sbrt. stk. 1, og landsstýrismaðurin metir, at umstøðurnar og umsóknin tala fyri, at umsóknin eigur at verða viðgjørd, kann landsstýrismaðurin hóast stk. 1-2 taka eina slíka umsókn til viðgerðar. Loyvi kann bert verða givið, aftaná at alment hevur verið lýst, at umsókn um loyvi er móttikin, og hvat øki søkt verður um. Onnur áhugað kunnu søkja um loyvi til sama øki ella partar av hesum við eini freist upp á í minsta lagi 90 dagar frá tí, at lýst varð. Stk. 4. Loyvi eftir mannagongdini í stk. 3 kann bert verða givið til øki, sum eru ásett sbrt. stk. 2 í løgtingslógunum um fyrsta, annað og triðja útbjóðingarumfar.” Stk. 3-4 verða hereftir stk. 5-6. 2) Í § 7, stk. 3, sum hereftir verður stk. 5, verða orðini “eftir almenna lýsing” strikað.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 26. mai 2010 Kaj Leo Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 150/2009
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.