Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

17. mai 2011 Nr. 52

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum seinast broytt við…

Í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 15 frá 16. mars 2006, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 4, stk. 3 verður “verða settar yrkisnevndir, ið skulu” broytt til: “verður sett yrkisnevnd, ið skal” 2) Í § 5, stk. 4, § 8, stk. 3, § 14, stk. 1, § 16, stk. 1 og stk. 2 og § 18, stk. 1, 1. punktum verður “viðkomandi yrkisnevnd” broytt til: “yrkisnevndini”. 3) Í § 8, stk. 2 og § 9, stk. 2 verður “Viðkomandi yrkisnevnd” broytt til: “Yrkisnevndin”. 4) § 10, stk. 3 verður strikað og stk. 4 verður hereftir stk. 3. 5) Í § 17, stk. 2, 2. punktum verða “viðkomandi yrkisnevndum” broytt til: “yrkisnevndini”. 6) Í § 18, stk. 1, 2. punktum verður “yrkisnevndunum” broytt til: “yrkisnevndini”. 7) § 20, stk. 5 verður orðað soleiðis: “Stk. 5. Eitt umboð fyri hvønn góðkendan yrkisskúla, yrkisnevndarskrivarin og eitt umboð fyri Mentamálaráðið kann møta á ráðsfundum. Hesi umboð hava talurætt. Men ikki atkvøðurætt.” 8) Í § 21, stk. 2, nr. 2) verður “yrkisnevndir” broytt til: “yrkisnevnd”. 9) Í § 21, stk. 2, nr. 3) verður “yrkisnevndum” broytt til: “yrkisnevndini”. 10) Í § 21, stk. 2, nr. 4) verður “smb. § 22, stk. 3” strikað. 11) Í § 21, stk. 3 verður “yrkisnevndirnar” broytt til: “yrkisnevndin”. 12) § 22 verður orðað soleiðis: “§ 22. Yrkisútbúgvingarráðið tilnevnir yrkisnevnd, sum skal viðgera mál innan viðkomandi útbúgvingar við støði í teimum heimildum, sum givnar eru í hesi lóg. Stk. 2. Yrkisnevndin hevur 4 limir, tilnevndir av Yrkisútbúgvingarráðnum. Arbeiðsgevarar og løntakarar skulu hava javnstóra umboðan. Stk. 3. Arbeiðsgevarafeløgini: Føroya Handverksmeistarafelag, Føroya Arbeiðsgevarafelag, Føroya Prentsmiðjufelag, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) gera í felag uppskot til 2 limir í yrkisnevndina, umboðandi arbeiðsgevarar. Stk. 4. Løntakarafeløgini: Føroya Handverkarafelag, Landsfelag Handverkaranna, Starvsmannafelagið, S&K felagið, Føroya Prentarafelag, Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag gera í felag uppskot til 2 limir í yrkisnevndina umboðandi løntakarar. Stk. 5. Kunnu feløgini ikki koma við uppskoti til limir í yrkisnevndina, skal Yrkisútbúgvingarráðið síggja til, at yrkisnevndin verður sett. Stk. 6. Yrkisnevndin skal gera viðtøkur fyri nevndararbeiðið. Viðtøkurnar skulu greitt lýsa mannagongdina fyri nevndararbeiðinum, hvussu atkvøtt verður um mál, um tilnevning av serkønum, og nær hesi verða innkallað. Stk. 7. Yrkisútbúgvingarráðið skal góðkenna viðtøkurnar fyri yrkisnevndina. Stk. 8. Yrkisnevndin skal eftir tørvi innkalla serkøna hjálp til at møta á fundum. Stk. 9. Lærupláss rinda eitt umsitingargjald til landskassan fyri hvønn góðkendan lærusáttmála til at fíggja útreiðslurnar hjá yrkisnevndarfyrisitingini og til fundarpening og ferðaútreiðslur hjá yrkisnevndini og fyribilsnevndum hjá yrkisnevndini. Stk. 10. Landsstýrismaðurin ásetir eftir tilmæli frá Yrkisútbúgvingarráðnum gjøllari reglur um upphæddina av umsitingargjaldinum og um, hvussu gjaldið verður kravt og umsitið.” 13) Í § 23, stk. 1 verður “samtykkja yrkisnevndirnar” broytt til: “samtykkir yrkisnevndin”. 14) Í § 23, stk. 1 nr. 2), 3) og 4) verður “stk. 4” broytt til: “stk. 2”. 15) Í § 23, stk. 2 verður “Yrkisnevndirnar hava” broytt til: “Yrkisnevndin hevur”. 16) Í § 23, stk. 3 verður “Yrkisnevndirnar skulu” broytt til: “Yrkisnevndin skal”. 17) § 23, stk. 4 verður orðað soleiðis: “Stk. 4. Yrkisnevndin kann av sínum eintingum umrøða og bera fram alt, ið hon heldur hava týdning fyri yrkisútbúgvingarnar eftir hesi lóg.” 18) Í § 23, stk. 5 verður “yrkisnevnd” broytt til: “yrkisnevndini”. 19) Í § 24, stk. 1 verður “Yrkisnevndirnar samtykkja” broytt til: “Yrkisnevndin samtykkir”. 20) Í § 24, stk. 4 verður “Yrkisnevndirnar” broytt til: “Yrkisnevndin”. 21) Í § 24, stk. 2 verður “yrkisnevnd” broytt til: “yrkisnevndin”. 22) Í § 25, stk. 1 verður “Yrkisnevndirnar virka” broytt til: “Yrkisnevndin virkar”. 23) Í § 25, stk. 2 verður “Viðkomandi yrkisnevndir kunnu” broytt til: “Yrkisnevndin kann”. 24) Í § 35, stk. 2, § 36, stk. 2 og stk. 3 og § 37 verður “viðkomandi yrkisnevnd” broytt til: “yrkisnevndin”. 25) Í § 40, stk. 1 verður “viðkomandi yrkisnevnd” broytt til: “yrkisnevndina”.

§ 2 Henda løgtingslóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Yrkisnevndirnar, sum tilnevndar vóru 1. august 2009, verða sitandi, til nýggj yrkisnevnd sbrt. § 22, stk. 1 er tilnevnd. Tórshavn, 17. mai 2011 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 119/2010

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙