Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
16. mai 2006 Nr. 52
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
(Skattalógin)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. 1) december 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt…
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. 1) december 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 142 frá 12. december 2005, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 3, stk. 1 verður aftaná litra f, sum nýtt litra, sett: “g) Íløgufeløg, ið eru skrásett í Føroyum, og sum umsita íløgur fyri íleggjarar. Treytað av, at hesi íløgufeløg eru fevnd av fyriskipanini "Lov om investeringsforeninger og specialforeninger samt andre kollektive investeringsforeninger m.v.". Landsstýrismaðurin kann við kunngerð seta nærri reglur fyri, hvørji íløgufeløg ikki koma undir skattafrítøkuna.” 2) § 33, nr. 9, og § 35 verða strikað. 3) Í § 100, stk. 3, 2. pkt. verður “1. juni” strikað og í staðin verður sett “1. juli” 4) Í § 104 verður sum nýtt stk. 2 og 3 sett: “Stk. 2. Verður fullfíggjað sjálvuppgáva av inntøku ikki latin Toll- og Skattstovu Føroya rættstundis, ella sjálvuppgávan ikki kemur inn, verður sekt áløgd við í mesta lagi kr. 5.000. Verður latið inn minni enn 7 dagar ov seint, verður samanlagdi inntøkuskatturin hækkaður við 2%. Verður latið inn 7 dagar ella meira ov seint, verður samanlagdi inntøkuskatturin hækkaður við 5%. Stk. 3. Avleiðingum, ið nevndar eru í hesi grein og § 119, og sum standast av tí, ikki at lata inn sjálvuppgávu, ella av ikki rættstundis at lata inn sjálvuppgávu, roknskap ella roknskapartilfar, kann Toll- og Skattstova Føroya fráboða frítøku, lina um ella heilt lata falla burtur álagda sekt, tá ið tað av serligum orsøkum verður hildið at vera rímiligt. Skattgjaldarin skal søkja um eftirgevingina og skal til undanførslu hava grund, sum Toll- og Skattstova Føroya telur fullgóða.” 5) Í § 120 verður í stk. 4 strikað: “Líkningarvaldið kann lata teir soleiðis fingnu upplýsingarnar víðari til partaeigarar í felagnum, um so er, at viðkomandi partaeigarar ikki sjálvir hava atgongd til hesar upplýsingar. Tað er tó ein fyritreyt, at partaeigarin antin hevur selt ella hevur givið tilboð um sølu av partabrøvum, bert treytað av, at hann ikki er umfataður av § 29 í lóg um skatt av kapitalvinningi.” Og § 120 stk. 5 verður strikað. 6) Í § 120 b., stk. 1, 1. pkt. verður aftaná “upphædd av latnum ella góðskrivaðum rentum” sett: “og afturhildnum rentuskatti” 7) Aftaná § 120 n. verður sett: “§ 120 o. Tann, ið, sum liður í sínum virksemi, tekur ímóti virðisbrøvum, umfatað av kapitalvinningsskattalógini § 1, í virðisbrævagoymslu, skal á hvørjum ári, uttan at biðið verður um tað, lata Toll- og Skattstovu Føroya upplýsingar elektroniskt um útlutað vinningsbýti, tilskrivaðar rentur og innloystar rentuseðlar eftir kapitalvinningsskattalógini. Stk. 2. Feløg og grunnar o.o., sum hava skyldu at afturhalda vinningsbýtisskatt eftir kapitalvinningsskattalógini § 15, skulu á hvørjum ári, uttan at biðið verður um tað, lata Toll- og Skattstovu Føroya upplýsingar um vinningsbýti, sum er útlutað. Stk.3. Upplýsingar, sum verða latnar eftir stk. 1 og 2, skulu innihalda upplýsingar um: 1) Hvør letur Toll- og Skattstovu Føroya upplýsingarnar. 2) Hvør hevur móttikið útlutað vinningsbýti ella rentu, so vítt sum upplýsingarnar eru kendar. 3) Hvussu nógv er útlutað í vinningsbýti ella tilskrivað av rentu í árinum frammanundan, og hvussu nógv er afturhildið í vinningsbýtisskatti. 4) Fyri virðisbrøv í goymslu eisini heiti á avvarðandi virðisbrævi og kursvirðið við sama árs enda. Stk. 4. Tann, sum stovnar kontu í einari virðisbrævagoymslu eftir stk. 1, skal upplýsa tí fráboðanarskylduga navn, bústað, p-tal ella v-tal. Um viðkomandi hvørki hevur p-tal ella v-tal, kann Toll- og Skattstova Føroya áseta nærri reglur um, hvørjar upplýsingar skulu latast. Stk. 5. Tann, sum tekur ímóti vinningsbýti frá felag ella grunni o.a., nevnt í stk. 2, skal upplýsa tí fráboðanarskylduga navn, bústað, p-tal ella v-tal. Stk. 6. Tann upplýsingarskyldugi skal í seinasta lagi 1. februar í árinum aftaná tað álmanakkaárið, sum upplýsingarnar viðvíkja, boða eigaranum av goymsluni frá, hvørjar upplýsingar eru latnar Toll- og Skattstovu Føroya eftir stk. 1-3. Stk. 7. Toll- og Skattstova Føroya kann áseta nærri reglur um innlating av upplýsingum eftir stk. 1-3 og áseta freist fyri innlating av nevndu upplýsingum. Tá ið praktisk viðurskifti tala fyri tí, og upplýsingarnar hava minni týdning fyri skattaeftiransingina, kann Toll- og Skattstova Føroya frítaka ella slaka fyri innlating av upplýsingum.
§ 120 p Bankar, sparikassar, tryggingarfeløg og onnur, sum tekna eftirlønarskipanir o.t., sambært…
Bankar, sparikassar, tryggingarfeløg og onnur, sum tekna eftirlønarskipanir o.t., sambært rentutryggingarlógini, skulu í sambandi við skattaálíkningina á hvørjum ári, uttan at biðið verður um tað, lata Toll- og Skattstovu Føroya upplýsingar elektroniskt um teir einstøku kontuhavararnar ella tryggingartakararnar. Upplýsast skal fyri hvørja kontu sær: 1) Hvørt talan er um lívrentu, kapitalskipan, lutaeftirlønarskipan ella uppsparing. 2) Samlaðu inngjøldini frá arbeiðsgevara ávikavist eigara og møgulig kapitalinngjøld. 3) Salda ella virðið á eftirlønarskipanini við ársenda fyri hvørja kontu og eftirlønarskipan sær. Tó ikki fyri lívrentu 4) Møguligar broytingar í eftirlønarskipanini seinasta árið. 5) Útgjøld fyri lutaútgjaldingar, eisini hvønn útgjaldingarhátt kontueigarin hevur valt. Stk. 2. Upplýsingar, sum verða latnar eftir stk. 1, skulu innihalda navnið á viðkomandi, sum eigur kontuna, tryggingina, bústað og p-tal. Stk. 3. Toll- og Skattstova Føroya kann áseta nærri reglur um innlating av upplýsingum eftir stk. 1 og áseta freist fyri innlating av nevndu upplýsingum. Tá ið praktisk viðurskifti tala fyri tí og upplýsingarnar hava minni týdning fyri skattaansingina, kann Toll- og Skattstova Føroya frítaka ella slaka upplýsingarskylduna eftir stk. 1 fyri einstakar ella bólkar av upplýsingarskyldugum ella fyri ávís kontu- og tryggingarsløg á sama hátt, sum Toll- og Skattstova Føroya kann áseta minstamark fyri tær upplýsingar, sum skulu fráboðast. Stk. 4. Upplýsingarskyldugi skal geva kontu og tryggingarhavaranum boð um støddina á teimum upphæddum, sum eru fráboðaðar eftir stk. 1. Fráboðan til kontu- og tryggingarhavaran skal gerast innan 1. februar í árinum aftaná tað álmanakkaárið, sum upplýsingarnar viðvíkja. Stk. 5. Toll- og Skattstova Føroya ásetur nærri reglur fyri kontu og tryggingar, sum eru nevndar í stk. 1, og sum hoyra til persónar, sum hava bústað ella tilhald uttanlands.”
§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd,og hevur virknað frá 1.…
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd,og hevur virknað frá 1. januar 2006. Stk. 2. Tó koma broytingarnar í nr. 1 og 7 í gildi við kunngerð, sum landsstýrismaðurin ger. Tórshavn, 16. mai 2006 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Bárður Nielsen (sign.) Lm. nr. 62/2005 1) Løgtingslóg nr. 86 er frá 1. september 1983.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.