Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
15. mai 2014 Nr. 52
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ítróttavedding
(Eydnuspæl o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 51 frá 17. mai 2011 um ítróttavedding verða gjørdar hesar broytingar
Í løgtingslóg nr. 51 frá 17. mai 2011 um ítróttavedding verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 3, stk. 1 verður sum 2. pkt. sett: “Sp/f Ítrottavedding kann eisini fáa loyvi at skipa fyri eydnuspølum, so sum happadrátti, tá hesi ikki kunnu loyvast eftir aðrari løgtingslóg.” 2. Yvirskriftin til kapittul 3 verður orðað soleiðis: “Avtalur við veddingar- og eydnuspælsfeløg” 3. Í § 4, stk. 1, 1. pkt. og § 4, stk. 2, 1. pkt. verður “veddingarfelag” broytt til: “veddingar- og eydnuspælsfelag “ 4. Í § 4, stk. 1, nr. 2 verður “Veddingarfelagið” broytt til: “Felagið” 5. Í § 4, stk. 2, 2. pkt. og § 4, stk. 3, 2. pkt. verður “veddingarfelagið” broytt til: “felagið” 6. Í § 4, stk. 3, 1. pkt. verður “veddingarfelag” broytt til: “felag” 7. Í § 4 verður sum stk. 4 sett: “Stk. 4. Sp/f Ítróttavedding kann taka gjald fyri at gera avtalu og eitt árligt loyvisgjald.” 8. Í § 6, stk. 1 verður “spølum” broytt til: “eydnuspæli og happadrátti o.líkn.” 9. Í § 6 verður sum stk. 2 sett: “Stk. 2. Fyri veddingarspøl, kasinospøl o.líkn. á netinum verður goldið 15% av bruttospæliinntøkuni hjá felagnum fyri spæl í Føroyum. Bruttospæliinntøkan er tað, sum loypur av, tá útgoldnu vinningarnir eru farnir av tí, sum samlað er komið inn av spælipeningi.”
§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Eydnuspælsfeløg, ið virka í Føroyum, tá henda løgtingslóg kemur í gildi, og sum ikki hava loyvi eftir aðrari løgtinglóg, skulu seinast tann 31. desember 2014 hava gjørt avtalu við Sp/f Ítróttavedding, um tey framhaldandi ætla at virka í Føroyum. Tórshavn, 15. mai 2014 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 114/2013
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.