Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
14. mai 2013 Nr. 52
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd, sum seinast broytt við…
Í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 129 frá 14. desember 2012, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 1, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Persónar, búsitandi í Føroyum, hava rætt til veitingar sambært hesi lóg.” 2. § 2 og yvirskrift verður strikað. 3. Í § 3 verður sum stk. 4 sett: “Stk. 4. Landsstýrismaðurin í heilsumálum ásetur nærri reglur um, at Heilsutrygd rindar útreiðslur til neyðugan tolk, herundir deyvatolk, í sambandi við viðtalu hjá kommunulækna.” 4. Yvirskriftin til § 10 verður orðað soleiðis: “Hjálparráð”. 5. § 10, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Heilsutrygd rindar fyri hjálparráð, sum er liður í einari viðgerð, ella sum er til persónar, sum ikki hava varandi tørv á hjálparráði.” 6. § 10, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um hjálparráð sambært hesi grein.” 7. Í § 12, stk. 2 verður “Heilsutrygd” broytt til: “Landsapotekarin”. 8. Í § 18, stk. 3, nr. 4 verður “4.000 kr.” broytt til: “5.300 kr.” 9. § 18, stk. 3, nr. 5 verður orðað soleiðis: “5) 100% av tí partinum, sum fer upp um 2.380 kr. fyri persónar, sum eru fyltir 67 ár.” 10. Í § 18, stk. 3 verður aftaná nr. 5, sum nýtt nr. sett: “6) Børn og ung, yngri enn 18 ár, gjalda ikki egingjald.” 11. Yvirskriftin til § 27 verður orðað soleiðis: “Samráðingar”. 12. § 27 verður orðað soleiðis: “§ 27. Fíggjarmálaráðið stendur fyri sáttmálasamráðingum við avvarðandi fakfeløg. ” 13. § 28 og yvirskrift verður strikað.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juni 2013
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juni 2013. Tórshavn, 14. mai 2013 Annika Olsen (sign.) varaløgmaður Lm. nr. 105/2012
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.