Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
12. mai 2015 Nr. 52
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um manning av skipum
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 63 frá 3. juli 1998 um manning av skipum, sum broytt við løgtingslóg nr. 31 frá…
Í løgtingslóg nr. 63 frá 3. juli 1998 um manning av skipum, sum broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 19. mai 2008, løgtingslóg nr. 75 frá 25. mai 2009 og løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 2, nr. 12 verður aftaná 2. pkt. sum nýtt pkt. sett: “Er framtøkumegin støðugt lækkað, kann henda skrivast í siglingarloyvisbrævið og í manningarskjalið eftir avgerð og ásettum treytum frá Sjóvinnustýrinum.” 2. Heitið á kapitli 2 verður orðað soleiðis: “Handilsskip” 3. § 4, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Fyri ferðamannaskip, uttan mun til stødd ella siglingarøki, og farmaskip, yvir 20 bruttotons, uttan mun til siglingarøki, og farmaskip, minni enn 20 bruttotons uttan fyri strandasigling, ásetir Sjóvinnustýrið manningina. Fyri farmaskip, minni enn 20 bruttotons, í strandasigling, kann Sjóvinnustýrið áseta manningina, um mett verður, at atlitið til trygdina fyri mannalívum á sjónum ger hetta neyðugt.” 4. § 5, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Skiparar, brúgva- og maskinyvirmenn skulu hava føroysk sjóvinnubrøv sambært niðanfyri standandi talvum. Frumritið skal vera umborð. BRÚGVAYVIRMENN TALVA 1. Handilsskip undir 500 bruttotons í stranda- og heimasigling Bruttotons Skipari Stýrimaður 20-99 Heimaskipari við handilsskipum (STCW-reg. II/3 as Master) Dugnaskaparbræv í sigling við handilsskipum (STCW-reg. II/3 as Watchkeeping Officer) 100-499 Stýrimaður á 4. stigi við handilsskipum (STCW-reg. II/3 as Watchkeeping Officer) TALVA 2. Onnur handilsskip uttan mun til sigliøki Bruttotons Skipari Yvirstýrimaður Aðrir stýrimenn 20-2999 Skipari við handilsskipum (STCW-reg. II/2 as Master) Stýrimaður á 3. stigi við handilsskipum (STCW-reg. II/2 as Chief Mate) Stýrimaður á 3. stigi við handilsskipum (STCW-reg. II/1 as Watchkeeping Officer) 3000- Skipsførari (STCW-reg. II/2 as Master) Stýrimaður á 1. stigi (STCW-reg. II/2 as Chief Mate) MASKINYVIRMENN TALVA 3. Heimasigling Framtøkumegi (kW) Maskinstjóri/ Einamaskinmeistari 1. maskinmeistari Aðrir maskinmeistarar 100-749 Dugnaskaparbræv í motorpassing 750-1499 Skipsmaskinistur á 2. Stigi (STCW-reg. III/3 as Chief Engineer) Skipsmaskinistur á 2. Stigi (STCW-reg. III/3 as 2nd Engineer) 1500-2999 Skipsmaskinistur á 1.stigi (STCW-reg. III/3 as Chief Engineer) Skipsmaskinistur á 2. stigi (STCW-reg. III/3 as 2nd Engineer) Skipsmaskinistur á 2. stigi (STCW-reg. III/3 as 2nd Engineer) ella vakthavandi maskinyvirmaður (STCW-reg. III/1 as Watchkeeping Officer) 3000- Skipsmaskinstjóri (STCW-reg. III/2 as Chief Engineer) Skipsmaskin-meistari á 1. stigi (STCW-reg. III/2 as 2nd Engineer) TALVA 4. Altjóða sigling Framtøkumegi (kW) Maskinstjóri/ Einamaskinmeistari 1. maskinmeistari Aðrir maskinmeistarar 100-749 Dugnaskaparbræv í motorpassing 750-2999 Skipsmaskinistur á 1.stigi (STCW-reg. III/3 as Chief Engineer) Skipsmaskinistur á 2. stigi (STCW-reg. III/3 as 2nd Engineer) Skipsmaskinistur á 2. stigi (STCW-reg. III/3 as 2nd Engineer) ella vakthavandi maskinyvirmaður (STCW-reg. III/1 as Watchkeeping Officer) ” 3000- Skipsmaskinstjóri (STCW-reg. III/2 as Chief Engineer) Skipsmaskin-meistari á 1. stigi (STCW-reg. III/2 as 2nd Engineer) 5. § 5, stk. 5 verður orðað soleiðis: “Stk. 5. Sjófólk, ið hava sjóvinnubræv sum motorpassari, tá ið henda lóg kemur í gildi, kunnu býta um sjóvinnubrævið við dugnaskaparbræv í motorpassing. Umbýtið av sjóvinnubrævi er treytað av, at øll krøv sambært lóggávu at útskriva tílíkt sjóvinnubræv eru lokin til fulnar.” 6. Aftaná § 6 verður sett: “§ 6 a. Skipselektrikarar, ið skulu gera tænastu umborð á føroyskum handilsskipum eftir 31. desember 2016, skulu hava galdandi sjóvinnubræv ella førleikaprógv sum skipselektrikari við STCW-átekning.” 7. Aftaná § 7 verður sett: “Kapittul 2 a Fiskiskip
§ 7 a Umborð á fiskiskipum, 15 metrar til longdar ella meira, men undir 24 metrar til longdar, og…
Umborð á fiskiskipum, 15 metrar til longdar ella meira, men undir 24 metrar til longdar, og umborð á fiskiskipum við dimensiónstali á 100 ella yvir, skulu skipari og stýrimaður umborð hava sjóvinnubræv sambært talvuni niðanfyri: Siglingarøkið Skipari Stýrimaður Stranda- og heimasigling Dugnaskaparbræv í sigling við fiskiskipum Dugnaskaparbræv í sigling við fiskiskipum Altjóða sigling Heimaskipari við fiskiskipum (STCW-F reg. II/3) Stýrimaður á 4. stigi við fiskiskipum (STCW-F reg. II/4) Stk. 2. Umborð á fiskiskipum, 24 metrar til longdar ella meira, men undir 45 metrar til longdar, skal skipari og stýrimaður umborð í minsta lagi hava sjóvinnubræv í samsvari við talvuna niðanfyri: Siglingarøkið Skipari Stýrimaður Stranda- og heimasigling Heimaskipari við fiskiskipum (STCW-F reg. II/3) Stýrimaður á 4. stigi við fiskiskipum (STCW-F reg. II/4) Altjóða sigling Skipari við fiskiskipum (STCW-F reg. II/1) Stýrimaður á 3. stigi við fiskiskipum (STCW-F reg. II/2) Stk. 3. Umborð á fiskiskipum, 45 metrar til longdar ella meir, ásetir Sjóvinnustýrið manningina. Stk. 4. Til maskintænastu umborð á fiskiskipum, 15 metrar til longdar ella meir, og umborð á fiskiskipum við dimensiónstali á 100 ella yvir, umframt við motori til framtøku á 100 kW, men undir 750 kW, skal í heimasigling vera eitt sjófólk við dugnaskaparbrævi í motorpassing. Uttan fyri heimasigling skulu tvey sjófólk við dugnaskaparbrævi í motorpassing vera í maskintænastu. Stk. 5. Umborð á fiskiskipum, yvir 15 metrar til longdar ella meir, og við motori til framtøku á 750 kW ella meir, ásetir Sjóvinnustýrið manningina til maskintænastu. Stk. 6. Tey í stk. 4 nevndu sjófólk kunnu um somu tíð verða skipað í annað starv umborð. Stk. 7. Tá ið Sjóvinnustýrið ásetir manning sambært stk. 3 og stk. 5, skal verða gingið eftir § 4, stk. 4-5 og § 7, stk. 1-2. Manningarásetingin verður skrivað á skjal, sum Sjóvinnustýrið gevur út. Hetta skjal skal altíð vera umborð á skipinum. Stk. 8. Sjóvinnustýrið kann áseta, at brúgvayvirmenn umborð á fiskiskipum skulu hava útgivin og áteknað STCW-F sjóvinnubrøv frá Sjóvinnustýrinum. Maskinyvirmenn, radiopassarar og skipselektrikarar umborð á fiskiskipum skulu hava sjóvinnubræv, útgivið av Sjóvinnustýrinum við STCW ella STCW-F átekningum.” 8. Í § 11, stk. 1 verður nr. 1 til nr. 6 orðað soleiðis, og sum nr. 7 sett: “1) førleika, 2) siglingartíð, 3) heilsustøðu, 4) sjónar- og hoyrnarevni, 5) aldur, 6) at viðkomandi er myndugur og ikki undir verjumáli eftir verjumálslógini § 5 ella undir samverjumáli eftir verjumálslógini § 7 og 7) avmarkingar av rættindum”. 9. Í § 11, verður sum stk. 3 sett: “Stk. 3. Kravið í stk. 2 um heimarætt, er ikki galdandi umborð á skipum, skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni.” 10. § 12 verður orðað soleiðis: “§ 12. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð gjald fyri útgávu og endurnýggjan av sjóvinnubrøvum og viðurkenningarprógvum. Stk. 2. Sjóvinnubrøv verða útgivin av Sjóvinnustýrinum. Stk. 3. Sjóvinnubrøv, sum geva rætt til tænastu sum brúgvayvirmaður, maskinyvirmaður ella radiopassari á handilsskipum og fiskiskipum, eru í gildi í mesta lagi 5 ár frá útgávudegnum. Stk. 4. Landsstýrismaðurin í sjóvinnumálum ásetir nærri treytir fyri útgávu av sjóvinnubrøvum og førleikaprógvum. Umframt treytir fyri endurnýggjan av sjóvinnubrøvum, um endurvinning av sjóvinnubrævarættindum og um útgevan av fyrsta sjóvinnubrævinum til persónar, sum meira enn 5 ár frammanundan útgávudegnum hava staðið ta kravdu útbúgvingina, sum sjóvinnubrævið krevur. Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetir, ansandi bindandi altjóða samtyktum, reglur fyri átekning av útlendskum sjóvinnubrøvum og góðkenning av útlendskum prógvum.” 11. Aftaná § 17 verður í kapittul 6 sett: “§ 17 a. Tað er ábyrgd reiðarans, at manningarskjalið er dagført eftir galdandi ásetingum. Stk. 2. Metir Sjóvinnustýrið, at ávíst manningarskjal ikki er í samsvari við galdandi ásetingar, kann Sjóvinnustýrið taka stig til, at manningarskjalið verður dagført.” 12. Í § 24, stk. 1 verður aftaná “§ 17, nr. 1 ella 2” sett: “, § 17 a, stk. 1”. 13. Aftaná 26 a verður í kapittul 7 sett: “26 b. Sjóvinnustýrið kann frá reiðaríi ella skipara krevja allar upplýsingar um manning og skip, sum eru neyðugar til eftirlit. Stk. 2. Sjóvinnustýrið hevur á øllum føroyskum skipum loyvi at gera tær kanningar, sum eru neyðugar til eftirlit.”
§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, hon verður kunngjørd
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, hon verður kunngjørd. Stk. 2. Sjóvinnubrøv og førleikaprógv, útgivin áðrenn henda lóg kemur í gildi, varðveita sítt gildi í samsvari við lokadagin á sjóvinnubrævinum og førleikapróvnum. Stk. 3. Skip, sum eru í sigling eftir, at henda lóg kemur í gildi, og hvørs manning ikki er ásett í lógini, skal hava manning samsvarandi teimum manningarreglum og manningarásetingum, sum higartil hava verið galdandi, til nýggj manning er ásett. Stk. 4. Førir manningarásetingin í stk. 3 við sær minni krøv, skal minkingin av manningini teir fyrstu 6 mánaðirnar frá ásetingini bara fara fram við natúrligari frágongd ella við komu í føroyska havn. Donsk ella grønlendsk havn verða bara mettar sum føroysk havn, um so er, at sjómaðurin hevur bústað í Danmark ella í Grønlandi. Í Tinganesi, 12. mai 2015 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 104/2014
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.