Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
Nr. 52 6. mai 2016
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um útbjóðing v.m.
(Talgild innlating av tilboði. Føroyskt mál)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 106 frá 15. november 1984 um útbjóðing v.m. verða gjørdar hesar broytingar
Í løgtingslóg nr. 106 frá 15. november 1984 um útbjóðing v.m. verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 2, stk. 1, verður sum 2. og 3. pkt. sett: “Boð kunnu verða latin inn talgilt, uttan so, at útbjóðarin frammanundan hevur útihýst hesum. Útbjóðarin kann gera av, at boð skulu latast inn talgilt.” 2. Eftir § 2 verður sett: “§ 2 a. Útbjóðing og útbjóðingartilfar, herundir útbjóðingarskriv, verkætlan, frágreiðingar og tilboðslistar, skulu vera á føroyskum máli. Stk. 2. Tó kunnu tilvísingarskjøl, so sum standardir, normar, geotekniskar kanningar, databløð og líknandi vera á øðrum máli enn føroyskum.” 3. Í § 3, stk. 1, verður 1. pkt., orðað soleiðis: “Boð í samband við útbjóðing skulu verða opnað ta frammanundan ásettu tíðina á útbjóðingarstaðnum.”
§ 2 Hendan løgtingslógin kemur í gildi 1. januar 2017
Hendan løgtingslógin kemur í gildi 1. januar 2017. Í Tinganesi, 6. mai 2016 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 79/2015
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.