Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
14. mai 2013 Nr. 51
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um útleigan av bústøðum
(Deponeringskonta)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 60 frá 26. mai 2010 um útleigan av bústøðum, verða gjørdar hesar broytingar
Í løgtingslóg nr. 60 frá 26. mai 2010 um útleigan av bústøðum, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 5, stk. 1 verður “sam við” broytt til: “samsvarandi við”. 2. Í § 5 verður aftaná stk. 1 sum nýtt stk. sett: “Stk. 2. Depositum, sambært stk. 1, skal setast á deponeringskontu hjá útleigara í peningastovni, tó undantikið fyri leigumál, skipað sambært § 5 b í løgtingslóg um Húsalánsgrunn. Depositum kann takast av deponeringskontuni sambært deponeringsavtalu, ella við avgerð leigunevndarinnar.” Stk. 2 og 3 verða eftir hetta stk. 3 og 4.
§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Skipanin við tvungnari deponeringskontu verður eftirmett áðrenn 1. januar 2018. Tórshavn, 14. mai 2013 Annika Olsen (sign.) varaløgmaður Lm. nr. 103/2012
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.