Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

Nr. 51 6. mai 2016

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um matvørur v.m.

(Um at loyva sølu av ávísum føroyskum matvørum í smásølu)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 58 frá 26. mai 2010, sum broytt við løgtingslóg nr. 86 frá 22. mai 2015, verða…

Í løgtingslóg nr. 58 frá 26. mai 2010, sum broytt við løgtingslóg nr. 86 frá 22. mai 2015, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 32 verður aftan á stk. 1 sum nýtt stk. sett: “Stk. 2. Framleiðsla eftir stk. 1, tó bert framleiðsla úr seyði og neyti, kann eisini seljast brúkarum umvegis heil- ella smásølu eftir reglum, ásettar við heimild í hesi lóg.“ Stk. 2 verður eftir hetta stk. 3. 2. Í § 32 verður stk. 2, sum verður stk. 3, orðað soleiðis: “Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um slátur hjá framleiðarum í fyrsta liði av djórum og um treytirnar fyri slátur og marknaðarføring hjá framleiðarum frá egnum virki beinleiðis ella umvegis smásølu til brúkaran.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. oktober 2016. Samstundis fer úr gildi § 60, stk. 2 í…

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. oktober 2016. Samstundis fer úr gildi § 60, stk. 2 í løgtingslógini. Í Tinganesi, 6. mai 2016 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 68/2015

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙