Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

29. mai 2024 Nr. 50

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin)

(Undantak fyri gjaldskyldu, afturgjaldsreglur, heimild til innheinting av skuld o.a. og nágreinan av, hvussu tilskotið skal roknast, tá ið ein fyllir 18 ár og tá ið ein verður pensjónistur ella fyritíðarpensjónistur í tilskotstíðarskeiðinum)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin), sum…

Í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 159 frá 20. desember 2023, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 18, stk. 7 og 8 verða orðað soleiðis: “Stk. 7. Um ein persónur fyllir 18 ár í tíðarskeiðinum, verður tilskotið roknað eftir stk. 6 fram til tíðarskeiðið endar. Stk. 8. Um ein persónur verður pensjónistur ella fyritíðarpensjónistur í tíðarskeiðinum, verður tilskotið roknað eftir stk. 2 og 3 fram til tíðarskeiðið endar.” 2. Yvirskriftin yvir § 24 verður orðað soleiðis: “Gjald til Heilsutrygd” 3. Í § 24 verður aftan á stk. 1 sum nýtt stk. sett: “Stk. 2. Persónar, sum eru fevndir av stk. 1, men sum rinda heilsutrygdargjald í øðrum Norðanlandi vísandi til Nordisk Konvention om social sikring, og sum ikki kunnu draga gjaldið frá, vísandi til skattalógina, kunnu eftir umsókn verða undantiknir gjaldskyldu sambært stk. 1. Tá ið umsøkjarin ikki longur rindar heilsutrygdargjald í øðrum Norðanlandi, hevur hann skyldu at boða Heilsutrygd frá hesum.” Stk. 2 og 3 verða eftir hetta stk. 3 og 4. 4. Í § 24 verður sum stk. 5 sett: “Stk. 5. Landsstýrisfólkið kann áseta nærri reglur um viðurskifti viðvíkjandi umsókn, um hvat ár og nær frá umsóknin skal vera galdandi fyri og fráboðanarskyldu sambært stk. 2.” 5. Í § 26 verður aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett: “Til nýtslu í sambandi við umsókn um gjaldsundantøku sambært § 24, stk. 2, kann Heilsutrygd útvega sær upplýsingar frá øðrum viðkomandi myndugleikum, undir hesum TAKS.” 6. Í § 26 verða sum stk. 2 og 3 sett: “Stk. 2. Hevur persónur givið Heilsutrygd skeivar upplýsingar ella tagt um umstøður, sum hava týdning fyri gjaldsundantøku sambært § 24, stk. 2, kann Heilsutrygd eftirfylgjandi krevja inn gjaldið, ið viðkomandi av órøttum ikki hevur goldið. Stk. 3. Rindar ein persónur, ið er fevndur av løgtingslógini, ikki gjaldið smbrt. stk. 2 innan ásettu freist, verður rentutilskriving framd. Rentutilskrivingin er 0,7% fyri hvønn byrjaðan mánað. Sama er galdandi fyri skuldskrivaða rentu.” 7. Aftan á § 26, men áðrenn yvirskriftina yvir § 27, verður sett: “Innheinting av skuld

§ 26 a Heilsutrygdargjald, renta og innheintingarkostnaður smbrt. § 26, ið er fallið til gjaldingar,…

Heilsutrygdargjald, renta og innheintingarkostnaður smbrt. § 26, ið er fallið til gjaldingar, kann verða innheintað við panting. Stk. 2. TAKS fremur panting fyri heilsutrygdargjald, skuldskrivaða rentu og innheintingarkostnað eftir stk. 1 eftir reglunum fyri innkrevjing av skattum, tó er § 7, stk. 1 í lov for Færøerne om inddrivelse af skatter og afgifter til det offentlige m.m. ikki galdandi. Stk. 3. TAKS fær heimild at innkrevja skuld og innkrevjingarkostnað sambært hesi løgtingslóg við at afturhalda í A-inntøku hjá teimum gjaldskyldugu sambært reglunum um hetta í skattalógini.”

§ 2 Stk. 1. § 1, nr. 1 kemur í gildi dagin eftir, at henda løgtingslóg er kunngjørd

Stk. 1. § 1, nr. 1 kemur í gildi dagin eftir, at henda løgtingslóg er kunngjørd. Stk. 2. § 1, nr. 2-7 koma í gildi 1. juli 2024, og hevur virknað frá inntøkuárinum 2024. Í Tinganesi, 29. mai 2024 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 80/2023

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙