Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

20. mai 1983 Nr. 50

Løgtingslóg um ítróttarvedding, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 89 frá 29. desember 1998

§ 1 1) Landsstýrið kann veita loyvi til vedding í samband við ítróttarkappingar. Eisini kann…

1) Landsstýrið kann veita loyvi til vedding í samband við ítróttarkappingar. Eisini kann landsstýrið veita loyvi til talspæl (lotto) og góðkenna, at veddingin samstarvar við aðrar norðurlendskar veddingar. 2. stk. Loyvishavarin kann við góðkenning landsstýrisins áseta reglur um veddingina og talspælið og um framleiðslu av úrslitum, ið eru neyðug vegna avlýsing ella útseting av kappingum.

§ 2 2) Loyvi kann bert veitast einum smápartafelag og bert fyri 5 ár í senn

2) Loyvi kann bert veitast einum smápartafelag og bert fyri 5 ár í senn. Stk. 2. 2) Reglurnar í partafelagslógini eru galdandi fyri felagið í øllum viðurskiftum, har aðrar reglur ikki eru ásettar í hesi lóg.

§ 3 2) Innskotspeningur í felagnum skal vera minst kr. 100.000. Av innskotspeninginum teknar…

2) Innskotspeningur í felagnum skal vera minst kr. 100.000. Av innskotspeninginum teknar landskassin 20%, ítróttasamband Føroya (Í.S.F.) 50% og Føroya Ungdómsráð (F.U.R.) 30%. Stk. 2. Felagið verður stjórnað av eini 5- ella 7-mannanevnd, ið skipar seg sjálv. Stk. 3. Landsstýrið góðkennir samsýning til nevndarformann og limir og lønir til stjóra og starvsfólk.

§ 4 Av peninginum, sum veddað verður fyri, skulu 50% nýtast sum vinningur til vinnarar

Av peninginum, sum veddað verður fyri, skulu 50% nýtast sum vinningur til vinnarar.

3) (Strikað).

§ 6 2) Av yvirskotinum, aftan á útgjalding av vinninginum, fyrisiting, avskriving, burturlegging,…

2) Av yvirskotinum, aftan á útgjalding av vinninginum, fyrisiting, avskriving, burturlegging, vinningsbýti v.m. verða 60% nýtt til ítróttarendamál hjá Í.S.F., 20% til barna- og ungdómsendamál hjá F.U.R og 20% til studning av ymiskum barna- og ungdómsarbeiði. Stk. 2. Nevndin tekur avgerð um, hvussu peningurin skal býtast.

§ 7 Felagið kann draga frá í skattskyldugu inntøkuni tað, ið útbýtt verður sambært § 6

Felagið kann draga frá í skattskyldugu inntøkuni tað, ið útbýtt verður sambært § 6.

§ 8 Fyriskipan av aðrari ítrólttavedding, sum ikki hevur heimild í hesi lóg og fyriskipan sum…

Fyriskipan av aðrari ítrólttavedding, sum ikki hevur heimild í hesi lóg og fyriskipan sum millummaður við løn fyri luttøku í útlendskari ítróttavedding, verður revsað við bót, hefti ella fongsli í upp til 6 mánaðir. 2. stk. Hann, ið tekur lut í ólógligari ella ólógliga fyriskipaðari ítróttavedding eftir stk. 1, verður revsaður við bót.

§ 9 Mál um brot á hesa lóg verða framd sum løgreglumál. Fyri mál, ið verða reist eftir § 8, stk. 1,…

Mál um brot á hesa lóg verða framd sum løgreglumál. Fyri mál, ið verða reist eftir § 8, stk. 1, koma rættarstigini í kap. 68-69 og 71-72 í rættargangslógini í nýtslu í sama mun sum í málum, ið eftir vanligum reglum verða framd sum statsadvokatmál.

§ 10 Henda lóg kemur í gildi beinan vegin

Henda lóg kemur í gildi beinan vegin. 1) Broytt við løgtingslóg nr. 69 frá 13. mai 1992. 2) Broytt við løgtingslóg nr. 78 frá 23. mai 1997, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Samstundis fer úr gildi allur danski tekstur lógarinnar.” 3) Broytt við løgtingslóg nr. 89 frá 29. desember 1998, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtinglsógkemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Samstundis fer úr gildi danski teskturin í løgtingslóg nr. 50 frá 20. mai 1983 um ítróttarvedding við seinni broytingum.”

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
ítróttarvedding v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 8 frá 30. mars 2004 · innanhýsis
Áður galdandi · 23. apríl 1999

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙