Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

17. mai 2011 Nr. 50

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um marknaðarføring

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 19 frá 8. mai 2008 um marknaðarføring verða gjørdar hesar broytingar

Í løgtingslóg nr. 19 frá 8. mai 2008 um marknaðarføring verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 1 verður sum nýtt stk. 2 sett: “Stk. 2. Marknaðarføring, sum viðvíkur búskaparligu áhugamálunum hjá brúkarunum, skal ikki kunna nýtast til týðiliga at avlaga teirra búskaparligu atferð.” 2) § 2, stk. 2 verður orðað soleiðis: ”Stk. 2. §§ 1 og 3, § 12 a, § 13, stk. 3 og 6, nr. 1 verða ikki nýttar fyri fíggjarfyritøkur.” 3) § 2, stk. 3 verður orðað soleiðis: ”Stk. 3. § 13, stk. 2 og 4 og §§ 15 og 16 verða ikki nýttar fyri fíggjarfyritøkur”. 4) § 3 við tilhoyrandi yvirskrift verður orðað soleiðis: “Villleiðandi og óhóskandi marknaðarføring

§ 3 Tað er ikki loyvt at nýta skeivar upplýsingar ella leggja burturúr týðandi upplýsingar, um tær…

Tað er ikki loyvt at nýta skeivar upplýsingar ella leggja burturúr týðandi upplýsingar, um tær kunnu nýtast til týðiliga at avlaga búskaparligu atferðina hjá brúkarunum ella øðrum vinnurekandi á marknaðinum. Stk. 2. Marknaðarføring, sum vegna innihald, form ella framferðarhátt er villleiðandi, ágangandi ella ávirkar brúkarar ella vinnurekandi á óhóskandi hátt, og sum kann nýtast til týðiliga at avlaga búskaparligu atferð teirra, er ikki loyvd. Stk. 3. Upplýsingar um verulig viðurskifti skulu, um neyðugt, verða skjalprógvaðar. Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur fyri marknaðarføring, sum undir øllum umstøðum verður mett at vera órímilig í brúkaraviðurskiftum.” 5) § 5, stk 3 verður sett úr gildi. 6) Aftaná § 12 verður sett: “Áheitan um keyp

§ 12 a Í sambandi við áheitan á brúkarar um keyp skal ein vinnurekandi lata niðanfyristandandi…

Í sambandi við áheitan á brúkarar um keyp skal ein vinnurekandi lata niðanfyristandandi upplýsingar, um hesar ikki frammanundan greitt framganga av samanhanginum: 1) Sereyðkenni við vøruni ella tænastuveitingini. 2) Navn og bústaður hjá tí vinnurekandi. 3) Gjalds- og onnur avtaluviðurskifti í tann mun, hesi víkja frá tí, sum er vanligt innan vinnugreinina. 4) Framferðarhátt hjá tí vinnurekandi í sambandi við kærumálsviðgerð í tann mun, hesin víkir frá vanligari siðvenju innan vinnugreinina. 5) Aftranarrætt, avbíleggingarrætt ella aftursendingarrætt, um kundin hevur slíkan rætt. 6) Prísur íroknað avgjøld. Stk. 2. Um vøran ella tænastuveitingin er so háttað, at prísurin við rímiligheit ikki kann útroknast frammanundan, skal verða upplýst, hvussu prísurin verður roknaður út. Um tað er viðkomandi, ella um hesar upplýsingar við rímiligheit ikki kunnu útroknast frammanundan, skal verða upplýst um allan annan kostnað viðvíkjandi flutningi, levering ella postgjaldi. Stk. 3. Við eina áheitan um keyp skilst eitt handilsligt samskifti, har eyðkenni við vøruni og prísurin eru upplýst á ein hátt, sum er hóskandi í mun til nýtta handilsliga samskiftismiðilin, og sum ger kundan føran fyri at keypa.” 7) Í § 14 verður sum nýtt stk. 4 sett: “Stk. 4. Stk. 1-3 verða nýtt samsvarandi, um vørur verða bodnar út elektroniskt til brúkarar við møguleika fyri bílegging.” 8) Í § 28, stk. 3, verður eftir “§§ 9- 11” sett: “§ 12 a”.

§ 2 Henda løgtingslógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 17. mai 2011 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 151/2010

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙