Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
16. mai 2006 Nr. 50
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast broytt við…
Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 149 frá 20. desember 2005, verður gjørd henda broyting: 1) Í § 5, stk. 1 verður aftaná 3. pkt sum nýtt 4. pkt. sett: “Síðsta punktum er ikki galdandi í tann mun annað er ásett í sáttmála frá 31. august 2005 millum stjórn Íslands øðrumegin og stjórn Danmarkar og Føroya Landstýri hinumegin (Hoyvíkssáttmálanum).”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi samstundis, sum sáttmáli frá 31. august 2005 millum stjórn…
Henda løgtingslóg kemur í gildi samstundis, sum sáttmáli frá 31. august 2005 millum stjórn Íslands øðrumegin og stjórn Danmarkar og Føroya Landstýri hinumegin fær gildi. Tórshavn, 16. mai 2006 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Bárður Nielsen (sign.) Lm. nr. 90/2005
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.