Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
15. mai 2014 Nr. 50
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kolvetnisvirksemi
(Um at loyvishavarar skulu skráseta deild ella felag og hava umboð búsitandi í Føroyum)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 31 frá 16. mars 1998 um kolvetnisvirksemi, sum broytt við løgtingslóg nr. 52…
Í løgtingslóg nr. 31 frá 16. mars 1998 um kolvetnisvirksemi, sum broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 26. mai 2010, verður í § 6 sum stk. 3 sett: “Stk. 3. Loyvishavarar við loyvi eftir stk. 1 skulu skráseta deild ella felag í Føroyum í seinasta lagi 3 mánaðir eftir, at loyvi er latið, ella eftir at teir eru góðkendir sum loyvishavarar eftir hesi lóg og skulu hava umboð búsitandi í Føroyum.”
§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Kravið um, at loyvishavarar, skulu hava umboð búsitandi í Føroyum, sbrt. § 1, er ikki galdandi fyri verandi loyvishavarar í verandi loyvum, sum ikki hava umboðan í Føroyum, tá lógin fær gildi. Tórshavn, 15. mai 2014 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 102/2013
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.