Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
8. mai 2007 Nr. 50
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 134…
Í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 134 frá 9. desember 2005, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 39, stk. 3 verður “stk. 1, nr. 3, 4 og 5” broytt til: “stk. 1, nr. 5 og stk. 2”. 2) Í § 64 verður aftaná stk. 1 sum nýtt stk. sett: “Stk. 2. Avgerðir um uppalingarískoyti sambært §§ 70 og 71 eru ikki fevndar av stk. 1 og kunnu kærast sambært § 65.” 3) Í § 70 verður sum stk. 5 sett: “Stk. 5. Uppalingarískoyti kann innheintast eftir reglunum í lóg um innheinting av uppihaldsgjøldum við fylgjandi broytingum: 1) Toll- og Skattstova Føroya fremur panting eftir reglunum um innkrevjing av skattum og avgjøldum. 2) Lønarafturhald fer fram á sama hátt sum lønarafturhald eftir § 136, stk. 1 í skattalógini.” 4) Aftaná § 70 verður sett: “§ 70 a. Tá barn verður innskrivað á dagstovn hjá landinum, kann avvarðandi barnaverndarøki avgera, at foreldrini skulu rinda eitt foreldragjald, ið svarar til foreldragjaldið fyri dagstovnapláss í avvarðandi kommunu. Stk. 2. Fíggjarligt frípláss, antin fult ella partvíst, kann veitast foreldrum, ið ikki sjálvi megna at rinda foreldragjaldið, svarandi til fíggjarligt frípláss sambært kunngerð um fíggjarligt frípláss. Stk. 3. Foreldragjald sbrt. stk. 1 kann ikki áleggjast, um barn verður innskrivað: 1) til umlætting ella 2) sbrt. § 15, nr. 4.” 5) Í § 71 verður sum stk. 4 sett: “Stk. 4. Uppalingarískoyti kann innheintast eftir reglunum í § 70, stk. 5.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. apríl 2007 og hevur virknað fyri avgerðir, tiknar frá og við…
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. apríl 2007 og hevur virknað fyri avgerðir, tiknar frá og við hesum degi. Tórshavn, 8. mai 2007 Bjarni Djurholm (sign.) virkandi løgmaður Lm.nr. 82/2006
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.