Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

4. apríl 2002 Nr. 50

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum, sum…

Í løgtingslóg nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 4 frá 25. januar 2001, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 2, 2. pkt. verður orðað soleiðis: “Tó verður grundupphæddin til fólkapensjón ikki javnað.” 2) § 3 verður orðað soleiðis: “§ 3. Pensjónsupphæddirnar, upphæddirnar fyri vanligt og serligt barnagjald, umframt frádráttarupphæddirnar o.a. í teimum í § 2 nevndu lógum eru: Upphæddir fyri ár 2002 Almannapensjónslógin Árliga Kr. Grundupphædd til fólkapensjón – støk 50.028 Grundupphædd til fólkapensjón – gift hvør 39.756 Grundupphædd til fyritíðarpensjón - støk 52.032 Grundupphædd til fyritíðarpensjón - gift hvør 41.352 Viðbót til fólkapensjón – støk 28.224 Viðbót til fólkapensjón - gift hvør 21.840 Viðbót til hægstu fyritíðarpensjón – støk 51.720 Viðbót til hægstu fyritíðarpensjón - gift hvør 46.704 Viðbót til miðal fyritíðarpensjón – støk 16.788 Viðbót til miðal fyritíðarpensjón – gift hvør 14.568 Viðbót til lægstu fyritíðarpensjón - støk 15.852 Viðbót til lægstu fyritíðarpensjón - gift hvør 12.732 Hjálparviðbót 25.956 Røktarviðbót 51.804 Avlamisviðbót/avlamisveiting 24.276 Frádráttarfrí inntøkuupphædd fyri fólkapensjónistar 44.500 Frádráttarfrí inntøkuupphædd fyri fyritíðarpensjónistar 66.800 Løgtingslóg um uppihald á stovni o.l. kr. Upphædd til persónligan tørv 8. 760 (árliga) Gjald fyri umlætting 96 (um samdøgrið) Løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl. Árliga kr. Upphædd 4.572 Løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl. Árliga kr. Barnagjald sbrt. § 5 9.360 Gjald í sambandi við føðing eftir § 6 540 (eingangsupphædd) Gjald til uppihald fyri og aftaná føðing eftir § 6 924 (eingangsupphædd) Barnagjald sbrt. § 15, stk. 1 og 2 9.360 Økt barnagjald sbrt. § 15, stk. 3 (Tvær ferðir upphæddina sambært § 5 ) 3) § 5 verður orðað soleiðis: “§ 5. Javnaðu árligu veitingarupphæddirnar verða avrundaðar til nærmasta krónutalið, ið kann býtast við 12, tó ikki samdøgursupphæddir og eingangsupphæddir. Frádráttarupphæddirnar verða avrundaðar til nærmasta krónutalið, ið kann býtast við 100.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá og við…

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá og við útgjaldingini av veitingunum fyri januar mánað 2002. Tórshavn, 4. apríl 2002 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙