Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
25. januar 2001 Nr. 5
Løgtingslóg um broyting í lóg fyri Føroyar “om den offentlige sygeforsikring”
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Hendan løgtingslóg verður givin út sambært § 1 í “lov nr. 316 af 17. maj 1995 om sundhedsvæsenet på Færøerne”.
§ 1 Í ríkislóg nr. 573 frá 1969 fyri Føroyar “om den offentlige sygeforsikring”, sbr. lógarkunngerð…
Í ríkislóg nr. 573 frá 1969 fyri Føroyar “om den offentlige sygeforsikring”, sbr. lógarkunngerð nr. 514 frá 21. juli 1989 “om den offentlige sygeforsikring” við seinni broytingum, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 25, stk. 3, 1. pkt., verður “Føroya Gjaldsstovu” broytt til: “Toll- og Skattstovu Føroya”. 2. Í § 25, stk. 3, 3. pkt., verður “Føroya Gjaldsstova” broytt til: “Toll- og Skattstova Føroya”. 3. Í § 25, stk. 4 og stk. 5, verður “Oppebørselskontoret” broytt til: “Toll- og Skattstovu Føroya”.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 25. januar 2001 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.