Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
26. mai 2010 Nr. 49
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 148 frá 30. desember 1996 um stuðul til rentuútreiðslur av lánum, sum seinast…
Í løgtingslóg nr. 148 frá 30. desember 1996 um stuðul til rentuútreiðslur av lánum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 171 frá 22. desember 2009, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Aftaná § 2, stk. 4 verður sett inn: ”Stk. 5. Til bygging av bústaði ella bústaðaeind sambært stk. 1, nr. 2, litra a og b kann stuðul verða veittur fyri rentuútreiðslur í byggitíðini, tó í mesta lagi fyri tey síðstu 2 árini innan innflyting, og útgjald av hesum kann ikki fara fram innan innflyting. Stuðul kann tó ikki veitast til meira enn ein bústað fyri sama tíðarskeið, og er hetta eisini galdandi fyri sambúgvandi persónar uttan mun til, um ein ella báðir eiga bústaðin.” 2) § 3, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Fyri tey lán, sum eru nevnd í § 2, stk. 1, nr. 2, litra a, verður árligi rentustuðulin í mesta lagi tann í § 5 nevnda prosentupphædd av kr. 150.000 pr. matrikkulnummar uttan mun til, um ein ella fleiri persónar eiga bústaðin. Eigaraíbúð er í hesum sambandi at javnmeta við matrikulnummar.” 3) Í § 8 a, stk. 1 verður “kommunalu skattakærunevndina” broytt til: “Skatta- og avgjaldskærunevndina”, stk. 2 verður strikað, og í stk. 3 verður “og 2” strikað. Stk. 3 verður hereftir stk. 2. 4) Í § 10 a verður “Toll-og Skattstova Føroya” broytt til: “TAKS”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 26. mai 2010 Kaj Leo Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 167/2009
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.