Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
26. mars 2002 Nr. 49
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um studning til skipasmiðjur
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 73 frá 20. mai 1996 um studning til skipasmiðjur verða gjørdar hesar broytingar
Í løgtingslóg nr. 73 frá 20. mai 1996 um studning til skipasmiðjur verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 1 verður orðað soleiðis: "§ 1. Eftir hesi lóg kann veitast føroyskum skipa- og bátasmiðjum 8% í studningi av sáttmálaprísinum til nýbygging og umbygging av flótandi eindum. Stk. 2. Studningur til nýbygging av flótandi eind kann einans játtast, tá sáttmálaprísurin er 0,3 mió kr. ella meiri. Stk. 3. Studningur til umbygging av flótandi eind kann einans játtast, tá sáttmálaprísurin er 3 mió kr. ella meiri." 2. § 2 verður orðað soleiðis: "§ 2. Landsstýrismaðurin kann leggja lógina til Vinnuframagrunnin at umsita. Neyðugar útreiðslur til umsiting av lógini, her uppií útreiðslur til hjálp frá serkønum, verða hildnar av serstakari játtan á fíggjarløgtingslógini. Stk. 2. Leggur landsstýrismaðurin sínar heimildir eftir hesi lóg til Vinnuframagrunnin, kann landsstýrismaðurin áseta reglur um kærumøguleikar her ímillum, at avgerðir tiknar av Vinnuframagrunninum ikki kunnu kærast til landsstýrismannin."
§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Samstundis sum henda lóg kemur í gildi, fer úr gildi løgtingslóg nr. 69 frá 9. juni 1988 um sáttmálaeftirlit. Tórshavn, 26. mars 2002 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.