Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

18. august 2004 Nr. 49

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, verða…

Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 27 verður orðað soleiðis: “§ 27. Fiskidagar verða ásettir á landleiðunum fyri fiskifør undir føroyskum flaggi, undantikið lemmatrolarar størri enn 1000 HK, frá 1. september 2004 til 31. august 2005.” 2) § 29, stk. 1 verður orðað soleiðis: “§ 29. Innan fyri hvønn av høvuðsbólkunum av fiskiførum í § 28, stk. 1, sum eru í veiðiflotanum 1. januar 1995, verður fiskidagaskipan ásett fyri hesar undirbólkar við hesum fiskidagatali, sbr. tó stk. 3, sum verður býtt javnt millum fiskiførini tó so, at hædd verður tikin fyri møguligari umseting av fiskidøgum frá einum fiskifari til eitt annað í sama undirbólki, bólkur 5 tó undantikin: Bólkur 2: Partrolarar 6.536 fiskidagar Bólkur 3: Línuskip yvir 110 tons 2.415 fiskidagar Bólkur 4 A: Útróðrarbátar millum 15 - 40 tons 4.263 fiskidagar Bólkur 4 B: Útróðrarbátar størri enn 40 tons 4.205 fiskidagar Bólkur 5: Útróðrarbátar undir 15 tons á húkaveiðu 21.449 fiskidagar”

§ 2 Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 18. august 2004 Jóannes Ejdesgaard (sign.) løgmaður

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙