Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

16. mai 2006 Nr. 49

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt og ymsum øðrum skatta- og avgjaldslógum (renturokning)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við…

Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 142 frá 15. desember 2005, verður § 135, stk. 1 og 2 orðað soleiðis: “Hevur skattgjaldari ikki goldið skattin, herundir fyribilsskattin, tá gjaldsfreistin er úti, skal hann til landskassan gjalda 0,7% í rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjalddegnum at rokna av tí skatti, hann skyldar. Renta, sum hin skattskyldugi skyldar, verður gjørd upp eina ferð um mánaðin og kravd saman við írestandi skatti fyri tey ávísu árini. Stk.2. Er skattur, sum ávísingarskyldugur eftir § 129 í hesi løgtingslóg skal gjalda til tað almenna, ikki goldin, tá gjaldsfreistin er úti, skal tann ávísingarskyldugi gjalda rentu, sum fellur til landskassan við 0,7% fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjalddegnum at rokna.”

§ 2 Í løgtingslóg nr. 179 frá 18. desember 1992 um serligt avgjald á brenniolju, sum seinast broytt…

Í løgtingslóg nr. 179 frá 18. desember 1992 um serligt avgjald á brenniolju, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 132 frá 9. desember 2005, verður § 1, stk. 3 orðað soleiðis: “Stk. 3. Er avgjaldið ikki goldið, tá freistin er úti, skulu 0,7% roknast í rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjalddegnum at rokna. Sama er galdandi fyri skuldskrivaða rentu.”

§ 3 Í løgtingslóg nr. 37 frá 26. mai 1988 um ferðagjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 121…

Í løgtingslóg nr. 37 frá 26. mai 1988 um ferðagjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 121 frá 1. desember 2003, verður § 1, stk. 4 orðað soleiðis: “Stk. 4. Er avgjaldið ikki goldið, tá freistin er úti, skulu 0,7% roknast í rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjalddegnum at rokna. Sama er galdandi fyri skuldskrivaða rentu.”

§ 4 Í løgtingslóg nr. 19 frá 12. mars 2002 um avgjald á framleiðslu og innflutningi, sum seinast…

Í løgtingslóg nr. 19 frá 12. mars 2002 um avgjald á framleiðslu og innflutningi, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 156 frá 22. desember 2005, verður § 3, stk. 3 orðað soleiðis: “Stk. 3. Er avgjaldið ikki goldið, tá freistin er úti, skulu 0,7% roknast í rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjalddegnum at rokna. Sama er galdandi fyri skuldskrivaða rentu.”

§ 5 Í løgtingslóg nr. 164 frá 21. desember 2001 um skatting av kapitalvinningi…

Í løgtingslóg nr. 164 frá 21. desember 2001 um skatting av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin) við seinni broytingum, verða hesar broytingar gjørdar: 1) Í § 16 verður stk.. 3 orðað soleiðis: “Stk. 3. Er skatturin eftir stk. 2 ikki goldin, tá freistin er úti, skulu 0,7% roknast í rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjalddegnum at rokna. Sama er galdandi fyri skuldskrivaða rentu.“ 2) Í § 18 verður stk.. 4 orðað soleiðis: “Stk. 4. Er skatturin eftir stk. 3 ikki goldin, tá freistin er úti, skulu 0,7% roknast í rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjalddegnum at rokna. Sama er galdandi fyri skuldskrivaða rentu. Rentan kann ikki dragast frá, tá skattskylduga inntøka verður gjørd upp eftir skattalógini.“

§ 6 Í løgtingslóg nr. 193 frá 10. desember 1993 um lønhæddaravgjald, seinast broytt við løgtingslóg…

Í løgtingslóg nr. 193 frá 10. desember 1993 um lønhæddaravgjald, seinast broytt við løgtingslóg nr. 121 frá 1. desember 2003, verður § 6, stk. 5 orðað soleiðis: “Stk. 5. Er avgjaldið ikki goldið, tá freistin er úti, skulu 0,7% roknast í rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjalddegnum at rokna. Sama er galdandi fyri skuldskrivaða rentu.”

§ 7 Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast broytt við…

Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 149 frá 20. desember 2005, verða hesar broytingar gjørdar: 1) Í § 22 verður stk. 2 orðað soleiðis: “Stk. 2. Er avgjaldið ikki goldið, tá freistin er úti, skulu 0,7% roknast í rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjalddegnum at rokna. Renta verður somuleiðis goldin av hækkingini av avgjaldinum sambært § 21, stk. 1 fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjalddegnum at rokna.” 2) Í § 32 verður stk. 4 orðað soleiðis: “Stk. 4. Er avgjaldið ikki goldið, tá freistin er úti, skulu 0,7% roknast í rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjalddegnum at rokna.”

§ 8 Í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 130…

Í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 130 frá 9. desember 2005, verður § 30 a orðað soleiðis: ”Renta verður roknað av ov seint goldnum tolli og avgjaldi við 0,7% fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjalddegnum at rokna. Eisini verður renta roknað av ov nógv goldnum tolli og avgjaldi við 0,7% fyri hvønn byrjaðan mánaða frá gjalddegnum at rokna. Sama er galdandi fyri skuldskrivaða rentu.”

§ 9 Í løgtingslóg nr. 39 frá 7. mai 1991 um arbeiðsmarknaðareftirlønar-grunn, sum seinast broytt við…

”Í løgtingslóg nr. 39 frá 7. mai 1991 um arbeiðsmarknaðareftirlønar-grunn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 135 frá 12. desember 2005, verður § 2, stk. 4 orðað soleiðis: “Stk. 4. Hevur arbeiðsgevarin ikki goldið tað í stk. 1 nevnda gjald, tá freistin er úti, skulu 0,7% roknast í rentu fyri hvønn byrjaðan mánað. Sama er galdandi fyri skuldskrivaða rentu. Rindar arbeiðstakarin ikki rættstundis, verður gjaldið kravt inn sum írestandi skattur sambært § 78 og § 135 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt."

§ 10 Í løgtingslóg nr. 68 frá 9. juni 1988 um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m., sum seinast…

Í løgtingslóg nr. 68 frá 9. juni 1988 um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 44 frá 30. mars 2001, verður § 7, stk. 4 orðað soleiðis: “Stk. 4. Rindar arbeiðsgevarin ikki rættstundis, skal hann gjalda 0,7% í rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjalddegnum at rokna. Sama er galdandi fyri skuldskrivaða rentu”

§ 11 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 16. mai 2006 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Bárður Nielsen (sign.) Lm. nr. 87/2005

Lógir, sum verða broyttar

(9)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

9 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙