Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

10. mai 1999 Nr. 49

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap við seinni broytingum verða…

Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap við seinni broytingum verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 8, stk. 2 verður sett inn aftaná 1. punktum: “Tó er ikki loyvt at flyta veiðuloyvi frá fiskifari, ið er minni enn 40 tons til fiskifar størri enn 40 tons ella øvugt.” 2) Í § 8, stk. 3 verður 1. punktum orðað soleiðis: “Landsstýrismaðurin kann eftir umsókn veita eigarunum tilsøgn um, at veiðiloyvi frá tveimum fiskiførum, ið eru løgd med alla, har ræðisavmarking er skrásett í skipaskránni, ella førini eru strikað í skipaskránni, kunnu verða flutt til annað fiskifar uttan veiðiloyvi ella til innflutt fiskifar”, og aftaná 1. punktum verður sett inn soljóðandi áseting: “Tó er ikki loyvt at flyta veiðuloyvi frá fiskifari, ið er minni enn 40 tons til fiskifar størri enn 40 tons ella øvugt”. 3) § 8, stk. 7 verður orðað soleiðis: “Stk. 7. Fiskiorkan verður m.a. útroknað eftir miðalveiðutølum fyri hvønn brúktan fiskidag í hvørjum bólki sær, nevndir í §§ 28 og 29. Trolbátar í bólki 4 verða viðgjørdir fyri seg. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð reglur um, hvussu fiskiorka verður roknað út, og um mannagongd fyri samanlegging og umsiting sambært reglunum í stk. 1-5.”

§ 2 Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 10. mai 1999 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙