Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
Nr. 49 6. mai 2016
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
(Fyritíðarpensjón uttanlands)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a., sum seinast broytt við…
Í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 131 frá 19. desember 2014, verður gjørd hendan broyting: Í § 3 verður sum nýtt stk. sett: “Stk. 4. Fyritíðarpensjónistur, ið búsetir seg í Danmark ella í Grønlandi eftir at hava fingið tillutað fyritíðarpensjón, varðveitir rættin til fyritíðarpensjón, inntil endalig avgerð um fyritíðarpensjón ella annað varandi uppihaldsgrundarlag er tikin í Danmark ella í Grønlandi, tó í mesta lagi upp til 3 ár og treytað av, at viðkomandi ikki í Danmark ella í Grønlandi fær almannapensjón ella aðra almannaveiting til uppihalds. Almannaverkið kann taka avgerð um, at persónur, ið hevur fingið staðfest deyðiliga sjúku, og lekjandi viðgerðin er steðgað, kann varðveita rættin til fyritíðarpensjón longur enn 3 ár. Rætturin at taka fyritíðarpensjón sína við til Danmarkar og Grønlands fevnir ikki um gjald fyri aðrar tænastur ella veitingar, ið viðkomandi fær í ávikavist Danmark og Grønlandi.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 6. mai 2016 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 81/2015
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.