Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
4. apríl 2000 Nr. 49
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti við seinni broytingum verða…
Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti við seinni broytingum verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 5, stk. 2 og 3, verður “27%” broytt til: “20%”. 2) Í § 5 verður sett sum stk. 4: “Stk. 4. Skatturin av skattskyldugari inntøku, sum verður gjørd upp sambært § 4 í kolvetnisskattalógini, verður ásettur til 27%. Skatturin fellur til landskassan.”
§ 2 Henda lóg fær gildi frá roknskaparskeiðnum, sum fellur saman við ella endar í álmanakkaárinum 2000
Henda lóg fær gildi frá roknskaparskeiðnum, sum fellur saman við ella endar í álmanakkaárinum 2000. Tórshavn, 4. apríl 2000 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.