Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

Nr. 48 29. mai 2026

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)

(CRS og CARF – globalir standardar fyri umbýti av fíggjarligum upplýsingum millum skattamyndugleikar)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin), sbrt. løgtingslógarkunngerð nr. 109…

Í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin), sbrt. løgtingslógarkunngerð nr. 109 frá 19. september 2023, sum broytt við løgtingslóg nr. 163 frá 20. desember 2023, løgtingslóg nr. 39 frá 16. mai 2024, løgtingslóg nr. 145 frá 20. desember 2024 og løgtingslóg nr. 75 frá 30. apríl 2025, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 120 q, stk. 1, nr. 1, 2. pkt. verður orðað soleiðis: “Viðvíkjandi kontueigarum, ið eru eindir, og sum ein ella fleiri persónar hava ræði á, kunnu upplýsingarnar eisini fevna um hesar persónar, eins og tann ella teir leiklutir, sum gera viðkomandi til ein ráðandi persón í eindini.” 2. Í § 120 q, stk. 1, nr. 1 verður aftan á 2. pkt. sum nýtt pkt. sett: “Harumframt kann fráboðanin fevna um upplýsingar um, hvørt ein galdandi eginváttan er til taks, og um kontan er ein felags konta, og í so fall talið av felags kontohavarum.” 3. § 120 q, stk. 1, nr. 2 verður orðað soleiðis: “2) Kontuslag og kontunummar, ella um einki kontunummar er, tað sum til praktisk endamál samsvarar við eitt kontunummar.” 4. Í § 120 q, stk. 1, nr. 7 verður aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett: “Viðvíkjandi pørtum av eginogn, ið ein íløgueind, sum er ein løgfrøðilig skipan, eigur, kann fráboðanin eisini fevna um upplýsingar um tann ella teir leiklutir, sum gera, at tann persónur, ið fráboðast skal um, er eigari av pørtum av eginognini.” 5. Aftan á § 120 q verður sett: “§ 120 r. Landsstýrisfólkið kann áseta reglur um, at veitari av kryptoognartænastum skal fráboða upplýsingar til TAKS um handlar, sum fevna um kryptoognir. Stk. 2. Landsstýrisfólkið kann áseta reglur um mannagongdir til at eyðmerkja kryptoognarbrúkarar, sum veitari av kryptoognartænastum skulu fráboða um. Harumframt kann landsstýrisfólkið áseta reglur um, at veitarar av kryptoognartænastum skulu forða kryptoognarbrúkarum í at fremja fráboðanarskyldugar handlar, um kryptoognarbrúkarin ikki letur veitaranum av kryptovørutænastuni tær upplýsingar, sum skulu veitast sambært reglum, ásettum við heimild í 1. pkt.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og er galdandi frá og við…

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og er galdandi frá og við inntøkuárinum 2026. Í Tinganesi, 29. mai 2026 Beinir Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 97/2025

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙