Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

26. mars 2002 Nr. 48

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 94 frá 29.12.1998 um yrkisútbúgvingar, sum broytt við løgtingslóg nr. 65 frá…

Í løgtingslóg nr. 94 frá 29.12.1998 um yrkisútbúgvingar, sum broytt við løgtingslóg nr. 65 frá 10.05.2000, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 4, stk. 1 verður orðað soleiðis: "Landsstýrismaðurin ásetur reglur um útbúgvingarnar sum heild og yvirskipaðu reglurnar fyri hvørja útbúgving sær." 2. § 4, stk. 3 verður orðað soleiðis: "Sambært § 22 verða settar yrkisnevndir, ið skulu gera reglur fyri hvørja útbúgving sær sambært heimildunum í §§ 23 og 24." 3. § 8, stk. 1 verður orðað soleiðis: "Fyri lærlingar, sum byrja eina yrkisútbúgving við lærusáttmála, verður lærutíðin roknað frá tí degi, sáttmálin hevur gildi, tó í fyrsta lagi frá tí degi lærusáttmálin er góðkendur av góðkenningarmyndugleikanum." 4. § 8, stk. 2 og 3 verða strikað, og stk. 4 og 5 verða broytt til stk. 2 og 3. 5. § 8, stk. 5 verður orðað soleiðis: "Landsstýrismaðurin ásetur, eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum og eftir samtykt frá viðkomandi yrkisnevnd, tær í stk. 2 nevndu útbúgvingarreglur fyri hvørja útbúgving sær." 6. § 9, stk. 1 verður orðað soleiðis: "Landsstýrismaðurin kann, eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum áseta reglur um, at lærlingur við aðrari alment góðkendari útbúgving kann verða frítikin fyri part av skúlagongdini." 7. § 9 fær nýtt stk. 2 við hesi orðing: "Viðkomandi yrkisnevnd samtykkir, at lærlingur við aðrari fakligari útbúgving ella arbeiðsroyndum kann verða frítikin fyri part av verkligu læruni ella skúlagongdini." 8. § 9, stk. 2, 3 og 4 verða broytt til stk. 3, 4 og 5. 9. § 10 fær nýtt stk. 2 við hesi orðing: Læruplássini rinda útreiðslurnar til undirvísingartilfar undir skúlagongd og tilfarsnýtsluna í sambandi við yrkis- og sveinaroyndir. 10. § 10, stk. 3 verður strikað. 11. § 10. stk. 4 og 5 verða broytt til ávikavist stk. 3 og 4. 12. § 12, stk. 1 verður orðað soleiðis: Undirvísingin fevnir um yrkislærugreinir, almennar lærugreinir og vallærugreinir. 13. § 12, stk. 2 verður orðað soleiðis: "Yrkislærugreinir skulu vanliga hava seks tíggjundapartar av samlaðu tíðini, almennar lærugreinir tríggjar tíggjundapartar og vallærugreinir ein tíggjundapart." 14. § 12, stk. 3 verður orðað soleiðis: "Almennar lærugreinir kunnu í serligum føri verða havdar ístaðin fyri yrkislærugreinir." 15. § 13, stk. 2 verður orðað soleiðis: "Almennu lærugreinirnar fevna um ástøðiliga undirvísing, ið skal miða ímóti at menna tann almenna kunnleikan. Somuleiðis skulu almennu lærugreinirnar nøkta krøvini til ungdómsútbúgvingar, her í millum styrkja persónliga menning, lestrarførleika og samfelagsfatan." 16. § 14, stk. 1 verður orðað soleiðis: "Landsstýrismaðurin ásetur, eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum og eftir samtykt frá viðkomandi yrkisnevnd, hvørjar yrkislærugreinir skulu verða tengdar at tí ávísu útbúgvingini." 17. § 14 fær nýtt stk. 2 við hesi orðing: "Landsstýrismaðurin ger av, hvørjar almennar lærugreinir skulu verða tengdar at ávísari útbúgving." 18. § 14, stk. 2 verður broytt til stk. 3. 19. § 17, stk. 2 verður orðað soleiðis: "Próvtøkur verða skipaðar eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur. Próvtøkur í yrkislærugreinum verða tó ásettar eftir reglum, sum yrkisútbúgvingarráðið hevur tilmælt eftir samtykt frá viðkomandi yrkisnevndum." 20. § 20, stk. 6 verður orðað soleiðis: "Yrkisútbúgvingarráðið kann eftir tørvi innkalla serkøna hjálp til at møta á ráðsfundum og at seta arbeiðsbólkar til at fyrireika ráðsmál." 21. § 21, stk. 1 nr. 1 verður orðað soleiðis: "reglum um útbúgvingar sum heild og yvirskipaðar reglur fyri hvørja útbúgving sær." 22. § 21, stk. 1 nr. 6 verður orðað soleiðis: "frítøku fyri partar av útbúgvingini, smb. § 9, stk. 2." 23. § 21, stk 1, nr. 8 verður strikað. Hetta hevur við sær, at nr. 9- 19 í § 21, stk. 1 verða til nr. 8-18. 24. § 21, stk 1, nr. 9 ( sum sambært broyting nr. 23 er broytt til nr. 8) verður orðað soleiðis: "hvørjar yrkislærugreinir hoyra til ávísa útbúgving, smb. § 14, stk. 1." 25. § 21, stk 1, nr. 11 ( sum sambært broyting nr. 23 er broytt til nr. 10) verður orðað soleiðis: "reglur um próvtøkur í yrkislærugreinum, smb. § 17, stk. 2." 26. § 21, stk. 2, nr. 3 verður orðað soleiðis: "at góðkenna viðtøkur fyri arbeiðið hjá yrkisnevndum, smb. § 22, stk. 6. " 27. § 22, stk. 2 verður orðað soleiðis: "Limirnir í yrkisnevndunum verða valdir av viðkomandi yrkisfeløgum, sbr. § 10, stk. 4. Í hvørjari yrkisnevnd skulu vera 2 ella 4 limir. Arbeiðsgevarar og løntakarar skulu hava javnstóra umboðan." 28. § 22, stk. 3 verður orðað soleiðis: "Yrkisútbúgvingarnar verða bólkaðar í skyldar útbúgvingar eftir samtykt frá yrkisútbúgvingarráðnum. Ein yrkisnevnd verður sett fyri hvønn yrkisútbúgvingarbólk. Tá ið útbúgvingar skulu fyrireikast og setast í verk, kann yrkisútbúgvingarráðið seta fyribilsnevndir." 29. § 22, stk. 6 verður orðað soleiðis: "Yrkisútbúgvingarráðið skal góðkenna viðtøkurnar fyri tær í stk. 4 og 5 nevndu yrkisnevndir." 30. Verandi § 22, stk. 7 verður strikað. Nýtt stk. 7 verður innsett við hesi orðing: "Yrkisnevnd kann eftir tørvi innkalla serkøna hjálp til at møta á fundum." 31. § 22, stk. 8 verður orðað soleiðis: "Lærupláss rinda eitt umsitingargjald til landskassan fyri hvønn góðkendan lærusáttmála til at fíggja útreiðslurnar hjá yrkisnevndafyrisitingini og til fundarpening og ferðaútreiðslur hjá yrkisnevndum og fyribilsnevndum hjá yrkisnevndunum." 32. § 22 fær nýtt stk. 9 við hesi orðing: "Landsstýrismaðurin ásetir eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum gjøllari reglur um upphæddina av umsitingargjaldinum, og hvussu gjaldið verður umsitið." 33. § 23, stk. 1 verður orðað soleiðis: "Fyri tær útbúgvingar, ið eru góðkendar, samtykkja yrkisnevndirnar reglur um:" 34. Í § 23, stk. 1 verður nýtt nr. 5 sett inn við hesi orðing: "stytting í lærutíðini samb. § 9, stk. 2." 35. § 23, stk. 1 nr. 5, 6, 7, 8, 9 10, 11 og 12 verða broytt til ávikavist nr. 6, 7, 8, 9, 10, 11, 12 og 13. 36. Í § 23, stk. 1 verður nr. 8 ( sum sambært broyting nr. 35 er broytt til nr. 9) broytt og fær hesa orðing: "próvtøkur í yrkislærugreinunum, smb. § 17, stk. 2." 37. § 23, stk. 2, nr. 1 verður strikað. 38. § 23, stk. 2, nr. 2, 3, 4 og 5 verða broytt til ávikavist nr. 1, 2, 3 og 4. 39. § 24, stk. 1 verður orðað soleiðis: "Yrkisnevndirnar samtykkja í samstarvi við skúlarnar neyvari innihald í lesiætlanum við støði í teimum yvirskipaðu reglunum, ið eru ásettar fyri hvørja útbúgving sær." 40. § 24 fær nýtt stk. 2 við hesi orðing: "Tá ið lesiætlanir skulu gerast, kann yrkisnevnd seta fyribilsnevnd við í mesta lagi 3 limum." 41. § 24 fær nýtt stk. 3 við hesi orðing: "Landsstýrismaðurin ásetir eftir tilmæli frá Yrkisútbúgvingarráðnum reglur um, hvussu lesiætlanararbeiðið verður skipað." 42. § 24 fær nýtt stk. 4 við hesi orðing: "Yrkisnevndirnar og skúlarnir eiga eisini at fylgja við, um tørvur er á at endurnýggja nevndu reglur, og koma við uppskoti um hetta." 43. § 27 fær nýtt stk. 2 við hesi orðing: "Sveina- ella yrkisroynd skal verða hildin, áðrenn sáttmálatíðin er lokin. Verður sveina- ella yrkisroynd hildin eftir, at ásetta sáttmálatíðin er lokin, skal sáttmálin leingjast samsvarandi." 44. § 27, stk. 2 verður broytt til stk. 3 og fær hesa orðing: "Um skeiðsreglurnar heimila tað, skal ískoytisskeiðið sambært § 9, stk. 4 vera partur av skúlagongdini eftir stk. 1." 45. § 33, stk. 4 verður orðað soleiðis: "Landskassin endurrindar læruplássunum lærlingalønina, sum tó ikki kann vera hægri enn ásetta minstalønin sambært sáttmála millum avvarðandi feløg, meðan lærlingurin fær ta til læruna hoyrandi skúlagongd. Uppgerð skal vera Mentamálastýrinum í hendi í seinasta lagi 8 vikur eftir hvørt skúlaskeið." 46. § 35, stk. 1 verður orðað soleiðis: "Hevur lærlingur frammanundan lokið ein part av tí útbúgving, sum nevnd er í lærusáttmálanum, kann sáttmálin vanliga bara fevna um vantandi partarnar av verkligu læruni og skúlagongdini, smb. § 9, stk. 2." 47. § 35, stk. 2 verður orðað soleiðis: "Fyri lærling, sum av aðrari útbúgving ella viðkomandi arbeiðsroyndum hevur serligar fortreytir at fara undir ta útbúgving, sáttmálin fevnir um, kann viðkomandi yrkisnevnd samtykkja, at útbúgvingin kann verða stytt eftir teimum í § 9, stk. 1 og 2 ásettu reglum um útbúgvingartíð." 48. § 38, stk. 1 verður orðað soleiðis: "Partarnir kunnu ikki einsíðis siga upp lærusáttmálan. Tó kann lærusáttmáli sigast upp, um báðir partar skrivliga vátta hetta."

§ 2 Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 26. mars 2002 Annfinn Kallsberg (sign.) løgmaður

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙