Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

17. mai 2011 Nr. 48

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 um innflutning og sølu av rúsdrekka, sum seinast broytt…

Í løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 um innflutning og sølu av rúsdrekka, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 75 frá 25. mai 2009, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 3, stk. 1, nr. 1 verður orðið ”rúsdrekka” broytt til ”rúsdrekka við meira enn 60 rúmprosentum av alkoholi”. 2) § 3, stk. 2 verður orðað soleiðis: ”Stk. 2. Framleiðsla av rúsdrekka kann einans fara fram á góðkendum framleiðsluvirkjum. Landsstýrið fær heimild í kunngerð at áseta neyðugar treytir fyri góðkenning.” 3) Í § 3, stk. 3 verður orðið ”loyvinum” broytt til ”góðkenningini”, og orðini ”slíkum øli” broytt til ”rúsdrekka”. 4) Í § 6 verða orðini ”øl, sum í sær hevur meira enn 5,8 rúmprosent av alkoholi, og annað” strikað. 5) Í § 7, stk. 2 verða orðini ”øl, bryggjað í Føroyum” broytt til ”rúsdrekka, framleitt í Føroyum”. 6) Í § 8, stk. 1 verða orðini ”smbr. § 3, stk. 2” broytt til ”sum í sær hevur hægst 5,8 rúmprosent av alkoholi”. 7) Í § 22, stk. 1, nr. 2 verður orðið ”loyvi” broytt til ”loyvi ella góðkenning”.

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. oktober 2011. Tó kemur § 1, nr. 4 ikki í gildi fyrr enn 1.…

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. oktober 2011. Tó kemur § 1, nr. 4 ikki í gildi fyrr enn 1. apríl 2012. Stk. 2. Fyri at fáa góðkenning, sbrt. § 3, stk. 2 er tað ein treyt, at øl, sum hevur í sær meira enn 5,8 rúmprosent av alkoholi, ikki verður selt ella skonkt í Føroyum fyrr enn eftir 1. apríl 2012. Tórshavn, 17. mai 2011 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 88/2010

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙