Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
16. mai 2006 Nr. 48
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 93 frá 6. juni 1997 um stuðul til ferðaútreiðslur, sum broytt við løgtingslóg…
Í løgtingslóg nr. 93 frá 6. juni 1997 um stuðul til ferðaútreiðslur, sum broytt við løgtingslóg nr. 46 frá 30. mars 2001 verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 1 verður orðað soleiðis: ”§ 1. Rætt til stuðul eftir hesi lóg hevur hvør persónur, sum 1) er undir fullari skattskyldu í Føroyum, 2) er búsitandi í Føroyum, 3) hevur lønarinntøku, herundir fiski- og útróðrarpart, 4) hevur eina ferðaleið aftur og fram hvønn arbeiðsdag, sum er longri enn 15 kilometrar, og 5) hevur útreiðslur í sambandi við ferðing millum bústað og arbeiðsstað í Føroyum.” 2) § 2 verður orðað soleiðis: ”§ 2. Stuðul verður veittur í mun til bíligastu almennu ferðaleið millum bústað og arbeiðsstað, tó soleiðis at stuðul ongantíð verður størri enn veruligar útreiðslur. Stk. 2. Landsstýrismanninum verður heimilað í kunngerð at áseta upphæddirnar eftir hesi grein umframt neyvari reglur um fyrisitingina av hesi lóg.”
§ 2 Hendan løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Hendan løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 16. mai 2006 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Bárður Nielsen (sign.) Lm. nr. 80/2005
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.