Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
15. mai 2007 Nr. 48
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg um ferðslu, sbr. løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt…
Í løgtingslóg um ferðslu, sbr. løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 23 frá 11. apríl 2006, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 2 verður í V aftaná orðini “ella rúgvismiklari vøru.” á nýggjari reglu sett: “Lítil breytmotorsúkkla (pocketbike): Motordrivið akfar á tveimum hjólum, sum hevur stødd, tilgerð ella útgerð, ið forðar akfarinum at verða góðkent til skráseting, og sum er minni enn 150 cm til longdar.” 2) Í § 2, VI, § 30b, stk. 1, nr. 1-3, § 33, stk. 4, § 42, stk. 3, § 47, stk. 7, § 58a, stk. 3, § 64a, stk. 1, nr. 1, § 64b, stk. 1, nr. 2-5, § 64e, stk. 1, nr. 1 og 2 verður “totalvekt” broytt til: ”heildarvekt”. 3) Í yvirskriftini til § 38, § 44, stk. 7, pkt. 4, § 45a, stk. 3, pkt. 4 og § 58d, stk. 2, nr. 9 verður ”tyngd” broytt til: ”vekt”. 4) § 18c, stk. 5, 2. pkt. verður strikað. 5) Í § 18c, stk. 6 verður aftaná “burturav” sett: “ ella sum avleiðing av einum koyriforboði”. 6) Aftaná § 18c verður sett: “§ 18 d. Er koyriforboð givið eftir § 59h fyri tilburðir, sum eru umfataðir av § 59a, stk. 1 ella 5, kann førarin einans fáa koyrirættindini aftur, um hesin frammanundan hevur gjøgnumført nýggja serliga koyrifrálæru og hevur staðið eftiransandi roynd. Stk. 2. Fyri at fáa koyrirættindini aftur, skal førarin hava gjøgnumført nýggja serliga koyrifrálæru og hava staðið eftiransandi koyriroynd, um so er, at førarin innanfyri tey fyrstu trý árini aftaná, at hann fekk koyrirættindini fyrstu ferð, hevur framt eitt brot, ið ber við sær, at koyrirættindini eru frádømd treytaleyst: 1) sbrt. § 59a, stk. 2, nr. 1, 2) sum fylgja av, at førarin hevur gjørt seg sekan í fleiri tilburðum, sum hvør sær eru umfataðir av § 59a, stk. 1, 4 ella 5 og eitt av brotunum er umfatað av stk. 1, nr. 1, 3 ella 4, ella stk. 5, og hesin tilburðurin er farin fram innan fyri tey fyrstu trý árini eftir, at koyrirættindini vórðu fingin fyrstu ferð, ella 3) sum fylgja av, at førarin hevur gjørt seg sekan í tilburðum, sum eru umfataðir av § 59a, stk. 1, nr. 1-4 ella stk. 5, ið ber við sær, at koyrirættindini verða frádømd treytaleyst sbrt. § 59a, stk. 2, nr. 5, 6 ella 7 ella gjørt seg sekan í tilburðum, sum eru umfataðir av § 59a, stk. 2, nr. 3 ella 4. Stk. 3. Serlig koyrifrálæra skal verða gjøgnumførd og eftiransandi koyriroynd verða staðin, uttan mun til, um dømdi hevur staðið eina koyriroynd eftir tí tilburði, sum varð orsøk til koyriforboðið ella treytaleysu frádømingina. Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um innihaldið í serligu koyrifrálæruni og um eftiransandi koyriroyndina.” 7) Í § 38, stk. 1 og 2 verður ”heildartyngd” broytt til: ”heildarvekt”. 8) § 42a, stk. 2, verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Førarin skal síggja til, at hvør, sum við er, ið hevur fylt 8 ár, men enn ikki 15 ár, er í fastspentum fallhjálmi.” 9) § 43, stk. 4 verður orðað soleiðis: “Stk. 4. Á motorsúkklu og í síðuvogni hennara má ikki verða ført meiri fólk enn farið er ætlað til. Á motorsúkklu og í síðuvogni hennara mugu einans verða førd fólk, sum fylt eru 8 ár.” 10) Í § 58a, stk. 1, nr. 1 verður aftaná “§ 55” sett: “, § 60a“. 11) Í § 58a verður aftaná stk. 6 sum nýtt stk. sett: “Stk. 7. Fyri brot á reglur, ið givnar eru við heimild í § 38, kann verða ásett ein herd bót fyri brot á reglur um mest loyvdu heildarvekt, tá koyrt hevur verið við akfari við einari loyvdari heildarvekt upp á yvir 3.500 kg.” Stk. 7 verður hereftir stk. 8. 12) § 58b, stk.1 verður orðað soleiðis: “§ 58 b. Tá serliga grov ella endurtakandi brot verða framd á ferðslulógina, kann tað við brotinum nýtta akfarið verða inndrigið, um so er, at tað verður mett at vera neyðugt fyri at forða fyri fleiri brotum á ferðslulógina, og um inndrátturin ikki er órímiligur.” 13) Í § 58g, stk. 1 verður: “§ 59a, stk. 1, nr. 3 ella 4,” broytt til: “§ 59a, stk. 1, nr. 3, 4 ella 5,”. 14) § 58g, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Um mál um rúsdrekka- ella promillukoyring ikki verður mett at bera við sær hægri revsing enn sekt, ella tað fyriliggur eitt mál við spurningi um frádøming av koyrirættinum sambært § 59a, stk. 1, nr. 3, 4 ella 5, stk. 4 ella stk. 5, kann ákæruvaldið, í staðin fyri at lata inn ákærurit til rættin, gera hin skuldsetta kunnigan við, at málið kann verða avgreitt uttan rættarsókn, um skuldsetti viðgongur seg sekan í brotinum og váttar seg fúsan til innan eina ásetta freist, ið eftir áheitan kann verða longd, at gjalda eina í fráboðanini ásetta sekt, og harumframt tekur við koyriforboði ella við treytaðari ella treytaleysari frádøming av koyrirættinum í eitt tíðarskeið, sum er ásett í fráboðanini.” 15) Í § 59a, stk. 1, verður sum nýtt nr. sett: “5) hann hevur koyrt við akfari við einari loyvdari heildarvekt uppá meira enn 3.500 kg og brotið tær reglur, ið givnar eru sambært § 38 um mest loyvdu heildarvekt, við at koyra við eini heildarvekt, ið er meira enn 30 % størri enn loyvt.” Nr. 5 verður hereftir nr. 6. 16) Í § 59a, stk. 2, nr. 2 verður ”stk. 1, nr. 1-4,” broytt til: “stk. 1, nr. 1-5,”. 17) § 59a, stk. 2, nr. 2 verður orðað soleiðis: “2) hevur gjørt seg sekan í tveimum ella fleiri tilburðum, ið hvør sær eru fevndir av stk. 1, nr. 1-5, stk. 4 ella stk. 5,” 18) Í § 59a, stk. 2, nr. 5 verður “ella” strikað. 19) Í § 59a, stk. 2 verður sum nýtt nr. sett: “6) áður er álagdur koyriforboð, og tann nýggi tilburðurin er gjørdur innan 3 ár eftir, at koyriforboðið varð álagt, ella” Nr. 6 verður hereftir nr. 7. 20) Í § 59a verður sum stk. 4 og 5 sett: “Stk. 4. Rætturin til at koyra tey í § 59 nevndu akfør skal eisini frádømast førara av slíkum akfari treytað, um so er, at førarin innan trý ár hevur gjørt seg sekan í trimum tilburðum, sum ikki í sær sjálvum føra til frádøming av koyrirættindum eftir stk. 1, men sum eru umfataðir av: 1) § 29a, stk. 3, 1. pkt., § 29a, stk. 4, § 29b, stk. 2, § 29d, stk. 1 og 2, § 31a, stk. 1-3, § 31b, stk. 1, § 31d, stk. 1, § 31e, § 42, stk. 6, § 42a, stk. 2 og § 43, stk. 4, seinasta pkt., 2) § 24, stk. 1 og 2 um brotið umfatar, at koyrt er framvið reyðum ljóssignali, at koyrt er í mótkoyrandi farbreyt, ella at farið er yvir um hindrunarstrikur, 3) § 31c ella forboð ímóti at koyra framum, har ásett er við ferðsluskeltum ella aðrari merking, 4) § 32, stk. 2-4 ella 6, ella víkiskyldu ásett við ferðsluskeltum ella aðrari merking, ella 5) § 30a, stk. 1 og 3 og førarin hevur koyrt meira enn 20 km/t omanfyri loyvdu hámarksferðirnar, ella við meira enn 15 km/t omanfyri eina lægri ferðaavmarking, ásett sbrt. § 30a, stk. 2 ella § 47, ella 6) koyring við einum av teimum í § 30b nevndu akførum og førarin hevur koyrt við ferð, ið fer meira enn 15 km/t upp um tað loyvdu ferðina fyri tílík akfør sbr. § 30a, § 30b ella § 47. Stk. 5. Við somu treytum sum nevndar eru í stk. 4, skulu koyrirættindini at koyra tey í § 59 nevndu akfør frádømast førara treytað, um so er, at førarin hevur gjørt seg sekan í tveimum tilburðum, sum eru umfataðir av stk. 4 og tilburðirnir eru farnir fram innan trý ár eftir, at førarin fekk koyrirættindini fyrstu ferð.” 21) Aftaná § 59g verður í kapittul VII sett: “Koyriforboð
§ 59 h Um brot, sum er umfatað av § 59a, stk. 1 ella 5 er gjørt innan fyri trý tey fyrstu árini eftir,…
Um brot, sum er umfatað av § 59a, stk. 1 ella 5 er gjørt innan fyri trý tey fyrstu árini eftir, at førarin fekk koyrirættindini fyrstu ferð, fær førarin koyriforboð í staðin fyri treytaða frádøming av koyrirættindunum. Tá koyriforboð er givið, verða koyrirættindini at koyra tey í § 59 nevndu akfør tikin aftur, til serlig koyrifrálæra er gjøgnumførd og eftiransandi koyriroynd er staðin.” 22) Aftaná § 60 verður sett: “Lítlar breytmotorsúkklur (pocketbikes)
§ 60 a Tað er bannað at flyta inn, selja ella keypa lítlar breytmotorsúkklur
Tað er bannað at flyta inn, selja ella keypa lítlar breytmotorsúkklur. Stk. 2. Verður lítil breytmotorsúkkla innflutt, seld ella keypt, skal hon inndragast. Stk. 3. Koyrir lítil breytmotorsúkkla á øki, sum ferðslulógin fevnir um, skal tað við brotinum nýtta akfar inndragast. Stk. 4. Víkjast kann frá ásetinginum í stk. 2-3. tá serligar orsøkir í hendinga førum tala fyri hesum. Stk. 5. Annars eru reglurnar í borgarligu revsilógini um inndrátt galdandi. Stk. 6. Løgreglan kann eftir nærri ásettum treytum geva undantaksloyvi frá stk. 1 í sambandi við serlig tiltøk á økjum, sum ferðslulógin ikki fevnir um. Stk. 7. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta, at onnur lítil motordrivin akfør ætlað børnum, og sum hava eina stødd, tilgerð ella útgerð, ið forðar akfarinum at verða góðkent til skráseting, skulu koma undir reglurnar í hesi grein.”
§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2007, sbr. tó stk. 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2007, sbr. tó stk. 2. Stk. 2. 1) Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð, nær § 1, nr. 5-7, 14 og 17-21 koma í gildi. Stk. 3. Spurningar um treytaða frádøming av koyrirættindum og um koyriforboð kunnu bert verða avgjørdir eftir reglunum í hesari lóg, um tilburðurin er farin fram aftaná, at ásetingin er komin í gildi. Tórshavn, 15. mai 2007 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Bjarni Djurholm (sign.) Lm. nr. 102/2006 1) Verður sett í gildi 1. januar 2008 við kunngerð nr. 106 frá 20. november 2007.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.