Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

8. mai 2012 Nr. 48

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum móti arbeiðsskaða

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 67 frá 25. mai 2009 um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða, verða…

Í løgtingslóg nr. 67 frá 25. mai 2009 um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 10, stk. 3, verður broytt soleiðis: “Stk. 3. Vinnusjúka er eisini aðrar sjúkur, m.a. sjúkur, sum livandi fødd børn hava fingið í móðurlívi, um tað verður prógvað annaðhvørt, at sjúkan eftir nýggjastu læknafrøðiligu royndunum lýkur krøvini í § 10, stk. 1 og stk. 2, pkt. 2, ella sjúkan einans ella í høvuðsheitum verður hildin at vera elvd orsakað av serligum arbeiðsumhvørvi.” 2) Í § 10 verður aftaná stk. 5 sett: “Stk. 6. Ein persónur, sum hevur fingið eina sjúku, ið er tikin við í vinnusjúkuskránni sbrt. § 10, stk. 2, kann krevja veitingar eftir lógini, uttan so at tað má metast, at sjúkan við mestu sannlíkindum er orsakað av øðrum viðurskiftum enn teimum vinnuligu.” 3) Í § 23, stk. 5 verður aftaná 1. pkt. sett: “Fyri vinnusjúkur, sambært § 10, verður 1 árs freistin roknað frá tí degi, tann tryggjaði ella avvarðandi hansara gjørdist varugur við, at sjúkan kann vera treytað av arbeiðinum.” 4) Í § 27, stk. 4 verður sum pkt. 2 sett: “Útreiðslurnar, ið standast av hesum, verða rindaðar av viðkomandi tryggingarfelagi, Vinnusjúkugrunninum og av landinum.” 5) Í § 27, stk. 5 verður “stk. 1, 3 og 4” broytt til: “stk. 1 og 3”, og aftaná “tryggingarfeløgini, sum tekna arbeiðsskaðatryggingar”, verður sett: “landið og Vinnusjúkugrunnurin,” 6) Í § 28, stk 3 verður “§ 10, stk. 2,” broytt til: “§ 10,” 7) Í § 42, stk. 2 verður “ásettar av landsstýrismanninum” broytt til: “ásettar av landsstýrismanninum eftir tilmæli frá Vanlukkutryggingarráðnum”. 8) Í § 43, stk. 1 verður “javnaðar av landsstýrismanninum” broytt til: “javnaðar av landsstýrismanninum eftir tilmæli frá Vanlukkutryggingarráðnum”.

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildin dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildin dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 8. mai 2012 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 158/2011

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙