Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
6. mai 2016 Nr. 48
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensiónistar v.fl.
(Umsiting av útgjaldi)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 35 frá 16. apríl 1997 um viðbót til ávísar pensiónistar v.fl., sum broytt við…
Í løgtingslóg nr. 35 frá 16. apríl 1997 um viðbót til ávísar pensiónistar v.fl., sum broytt við løgtingslóg nr. 28 frá 13. mars 2000, løgtingslóg nr. 58 frá 10. mai 2000, løgtingslóg nr. 10 frá 9. februar 2001, løgtingslóg nr. 104 frá 11. november 2010, løgtingslóg nr. 65 frá 15. mai 2012 og løgtingslóg nr. 135 frá 19. desember 2014, verður aftan á § 3 sett: “§ 3 a. Varnast Almannaverkið, at ein pensjónistur eitt nú vegna sálarsjúku, menningartarn, heilaskaða, sinnisbrek ella vegna rúsmisnýtslu ikki megnar at umsita viðbótina, undir hesum um viðkomandi ikki megnar at halda sínar skyldur mótvegis útleigara, kann Almannaverkið: 1) taka avgerð um, hvussu viðbótin skal útgjaldast, ella 2) taka avgerð um, at avvarðandi ella starvsfólk í Almannaverkinum ella á vardum bústaði umsita viðbótina hjá pensjónisti. Stk. 2. Viðbótin skal umsitast samsvarandi áhuga og vilja borgarans. Stk. 3. Pensjónistur og Almannaverkið kunnu avtala, at Almannaverkið umsitur viðbótina. Stk. 4. Pensjónistur skal hoyrast í tann mun, viðkomandi er førur fyri hesum, áðrenn Almannaverkið tekur avgerð sambært stk. 1. Stk. 5. Almannaverkið skal ansa eftir, at pensjónistur, ið er undir umsiting sambært stk. 1, ikki verður fyri misnýtslu ella sviki. Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um umsiting av viðbótini, undir hesum reglur um eftirlit.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 6. mai 2016 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 66/2015
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.