Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
26. mars 2002 Nr. 47
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum…
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 4, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Hjúnafelagar verða hvør sær settir sjálvstøðugt í skatt av inntøkum sínum. Um skattaskyldug inntøka hjá øðrum hjúnafelaganum er undir skattafría botnfrádráttin og hjá hinum yvir, verður ein javning gjørd, so at tann lægra inntøkan verður hækkað upp til skattafría botnfrádráttin, og tann hægra verður lækkað í sama mun.”
§ 2 Henda lóg er galdandi frá og við inntøkuárinm 2002
Henda lóg er galdandi frá og við inntøkuárinm 2002. Tórshavn, 26. mars 2002 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.