Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
17. mai 2011 Nr. 47
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 45 frá 15. mai 2007 um landsjørð, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 102…
Í løgtingslóg nr. 45 frá 15. mai 2007 um landsjørð, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 102 frá 25. november 2008, verður § 6, stk. 1, 1. pkt. strikað, og í staðin verður sett: ”Festari kann keypa innstøðu, sethús, fjós og aðrar bygningar við hóskandi undirlendi, sum hoyra til festið. Sethús kann hann keypa sjálvur ella saman við hjúnafelaga.” 2. og 3. pkt. verða hereftir 3. og 4. pkt.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 17. mai 2011 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 142/2010
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.