Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
16. mai 2006 Nr. 47
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 68 frá 9. juni 1988 um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m, sum seinast…
Í løgtingslóg nr. 68 frá 9. juni 1988 um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 44 frá 30. mars 2001, verður gjørd henda broyting: 1) Í § 1 verður aftaná stk. 6 sum nýtt stk. sett: “Stk. 7. Krøvini um “føroysk skip/bátareigarar”, sum eru ásett í § 1, stk. 1 eru ikki galdandi í tann mun, annað er ásett í sáttmála frá 31. august 2005 millum stjórn Íslands øðrumegin og stjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri hinumegin (Hoyvíkssátmálanum).”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi samstundis sum sáttmáli frá 31. august 2005 millum stjórn Íslands…
Henda løgtingslóg kemur í gildi samstundis sum sáttmáli frá 31. august 2005 millum stjórn Íslands øðrumegin og stjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri hinumegin fær gildi Tórshavn, 16. mai 2006 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Bárður Nielsen (sign.) Lm. nr. 91/2005
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.