Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
15. mai 2014 Nr. 47
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan, sum broytt við løgtingslóg nr. 110 frá…
Í løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan, sum broytt við løgtingslóg nr. 110 frá 20. desember 2002, løgtingslóg nr. 29 frá 19. mai 2004, løgtingslóg nr. 40 frá 27. apríl 2005, løgtingslóg nr. 163 frá 22. desember 2005, løgtingslóg nr. 105 frá 20. november 2007, løgtingslóg nr. 21 frá 8. mai 2008, løgtingslóg nr. 123 frá 22. desember 2010 og løgtingslóg nr. 20 frá 5. mars 2012, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 12 verður sum stk. 4 sett: “Stk. 4. Útrokningargrundarlagið kann tó í mesta lagi vera hámarksupphæddin fyri mánaðarliga barsilspeninginum, sbrt. § 13, stk. 1.“ 2. Í § 13 verður aftaná stk. 1 sum nýtt stk. sett: “Stk. 2. Barsilspeningur um dagin verður roknaður eftir lutfallinum 1/30.” Stk. 2 verður eftir hetta stk. 3.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 15. mai 2014 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 148/2013
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.